Vælvera Fitness

Heilsa

Vælvera Fitness

Skalt tú giftast?
Vælvera Fitness bjóðar serstaka venjing og kostætlan til tín, ið skal giftast:
Vit kunnu veita tær bæði persónliga venjing og persónliga kostætlan, um tú ynskir at tapa nøkur kilo áðrenn stóra dagin ella ynskir at koma í betri form og bara føla teg væl sum heild.
Dugnaligu instruktørarnir í Vælveru Fitness eru til reiðar at hjálpa tær við venjing og kosti, soleiðis at tað passar til júst tín tørv og gerandisdag.
Vit hava serligar venjingarætlanir frá fáum vikum og upp í nógvar mánaðir, áðrenn tú skalt giftast.
Alt verður lagt til rættis, soleiðis at tað passar tær best.
Vilt tú vita meir, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Fá samband