2019-11-23 18:57 Author image
Brúdleyp 2019-11-23 18:57

Vit hava fingið Føroya Bjór at hjálpt okkum nú nógv brúdleyp og jólaborðhald vera í desember við góðum ráðum um hvussu nógv sodavatn, øl og cider tey vanliga viðmæla til tiltøk. 

Fyrst vísa vit á ein lekkran vælkomudrykk. Sí uppskriftina omanfyri:

Vælkomudrykkur - brúsandi passion

Tilfar
½ litur av Lime frá Føroya Bjór
825 ml av Ginger Ale (3 fløskur) frá Føroya Bjór
½ litur av passiónsfruktadjúsi
1 vistfrøðilig appilsin í smáum bitum
2 passiónsfruktir
1 kloyvd vaniljustong
1 ssk av rørsukri
4 kanelstengur
3 stjørnuanis

- Ynskir tú alkohol í vælkomudrykkin – kann hann serverast við til dømis ginn ella vodka.

Soleiðis gert tú

Kloyv vaniljustongina og skava kornini úr – blnada vaniljukorn við rørsukur og blanda nú hetta við restina av tilfarinum í einari stórar skál. Set kalt í minsta lagi í fýra tímar, so jólakryddi gevur brúsandi jóladrykkinum smakk.

Stoyt drykkin gjøgnum eina sílu áðrenn servering.

Borðreið við passionsfrukt, smáum pettum av vaniljustong, ribs ella appelsin bitum.

So nógv verður vanliga drukkið til veitslur

Tá jólafrokostar og brúdleyp eru, kann vera trupult at vita hvussu nógv verður drukkið av sodavatni, øl og cider.

Vanliga siga vit tað eru tríggjar øl per høvd.

[object Object]

& 2. sodavatn pr. høvd

[object Object]

& so cider eyka.  

[object Object]