2019-10-27 18:49 Author image
Mona Breckmann 2019-10-27 18:49

Um meg

[object Object]

Mona Breckmann er sálarfrøðilesandi í USA. Hon hevur rikið fyritøkuna MonaSolo í 5 ár har hon leggur dent á sálarliga og fysiska heilsu. Hon hevur vant og coach’að yvir 1000 fólk ígjøgnum seinastu árini. Síðsta ár tók hon avgerð at kava djypri í tað sálarliga sjónarmiðið við at lesa til sálarfrøðing. Í tilgongdini har hon skuldi flyta til USA at lesa, møtti hon amerikanarinum Hugh, ið nú er farin niður á eitt knæ og skulu tey giftast í Juni 2020. Mona hevur gingið við til at deila ferðina til stóra dagin við tykkum lesarum, har hon fer at deila ráð, mannagongdir, men eisini tankar, ið fylgja við tá eitt brúdleyp skal leggjast til rættis

Hey tit øll! Í seinasta bloggi varð nevnt, hvussu eg og komandi maður mín eru í holt við at planleggja okkara brúdleyp (les her), sum verður í juni ella juli 2020. Ja, tú læs rætt. Vit skulu giftast um 8 ella 9 mánaðir og eg veit ikki nær. WOOHO! Eg eri púra rólig, lovi tað…. Púra…. Rólig…… :)))))))))))) 

Nei, hatta er lygn. Eg byrji nú at vera eitt sindur nervøs, tí vit ikki vita nær tað liggur fyri hjá Hugh at fáa frí frá arbeiðinum. Hann arbeiðir í Miðeystri og av tí hann er burtur 3-4 mánaðir í senn, er tað sera ringt at broyta eina ætlan, ið longu er gjørd av leiðarunum eitt ár frammanundan.
Vit bíða. Spent. Haldi ikki at Hugh heldur hetta er alvorligt. Hann er heldur ikki tann, ið skal leggja eitt brúdleyp til rættis ;)

Av tí eg einki nýtt viðvíkjandi brúdleypinum sjálvum havi at skrivað um, hugsaði eg at tað hevði verið áhugavert at lisið eitt sindur um hvør munurin er ímillum føroysk og amerikansk brúdleyp. Eg havi spurt eina vinkonu hjá mær, ið varð gift fyri einum mánaða síðani her í USA við einum øðrum amerikanara, um hon kundi geva mær innlit í brúdleyp teirra. Helst tí hon veit akkurát hvørji hugrák eru í brúðarheiminum í USA beint nú, og hon fylgdi nemliga øllum rákunum, sum yvirhøvur bóru til, á hennara brúðardegi.

Eftir at hava prátað við hana, føldi eg ein lætta á mær, tí vit føroyingar eru nógv meira avslappaðir og minimalistiskir. Tó var tað stuttligt at hoyra hvussu tey gera tað her í USA.

[object Object]

Adrienne og Dave

Tá Adrienne greiddi frá hvussu brúdleypið hjá teimum varð fyrireikað, varð eg tikin av bóli. Tey bjóðaðu 400 gestum til stóra dagin.

“Eg vildi hava 12 brúðargentur, men Dave segði at 8 var nóg mikið.” greiðir Adrienne frá.

Brúðurin hevði 8 brúðargentur og brúðgómurin hevði 8 brúðgóms-menn(?).
Til tær 4 genturnar, ið ikki sluppu at vera brúðargentur, hevði hon eitt kvøld, ið tey kalla “house party”. Tey, ið koma til ta veitsluna hjálpa til, við at leggja brúdleypið til rættis. Tær fáa ein annan kjóla, hava ikki blómutyssi og sleppa ikki at standa saman við brúðurini á brúðardegnum.

Sí mynd niðanfyri.

[object Object]

Síðani koma vit til tað tey rópa “Rehearsal Dinner”. Hetta fyrigongur kvøldið fyri brúðardagin. Øll familjan og vinir koma til hetta kvøldið. Tey fáa døgurða og øll tey ið vilja, sleppa at halda talu.

Tann stóri dagurin
Veist tú hvat fyrsta eygnakast er? Tað er tá ið, parið sær hvønn annan áðrenn tey giftast. Hetta er ikki nakað, ið øll gera, men minst 80% av pørum síggja hvønn annan áðrenn. Eg elskaði tað, tí at hetta gav okkum møguleika at biðja saman og at minka um nervarnar. Eftir vit eru gift, er tað bara go-go-go til veitsluna.”

[object Object]

Adrienne sigur við einum smíli: “Tað, ið er umráðandi at gera til brúdleypini í dag, er at hava ein “dance party” til veitsluna. Flest fólk hava ein DJ.” Hetta upplivdi eg sjálv tá eg og Hugh vóru til eitt brúdleyp í Kalifornia fyrr í ár. Eitt sindur av einum mentunarhvøkki hjá mær. Fólk dansaðu, sum vóru tey í Luux. Ongin siðbundin pardansur at síggja.

“Eitt annað, ið eitt brúdleyp má hava, eru hjúnalagslyftir. Hetta verður skrivað hvør sær og síðani lisið frammanfyri gestunum. Tað var ein sera rørandi løta, at hoyra hvat Dave hevði skrivað til mín”

Dømi av lyftunum hjá Dave niðanfyri.

[object Object]

Heimasíða
Flestu pør hava eina heimasíðu. Her kunnu fólk, ið eru bjóðað játta innbjóðingina. Eisini kunnu tey lesa um, hvussu vit møttust. Myndir eru at síggja og ein listi av teimum gávunum vit ynskja okkum”.

Hetta verður ivaleyst tað, ið Hugh og eg koma at gera. Tað er lættari at gera eina heimasíðu, enn at senda brøv út til fólk í USA, Føroyum, Australia og onnur lond.
__________________

Har vóru onnur ting, ið Adrienne nevndi, sum ikki sleppur við til bloggin hesaferð. Eg helt tað var ordiliga stuttligt, at hoyra hvussu fólk hava brúdleyp her í USA.

Sum eg nevndi í fyrsta blogginum, eri eg takksom fyri at Hugh er við uppá eitt meira einfalt brúdleyp. Hóast eg ikki ætli mær at gera eins nógv burtur úr, sum Adrienne, merkir tað ikki, at ein máti er rættur og hin skeivur.

Takk fyri øll boðini, sum eg havi fingið frá tykkum, ið lósu seinasta blogg uppslag. Ordiliga stuttligt at síggja, hvussu nógv eru áhugað.

Nú nærkast, til at eg fái eina dagfesting til okkara brúðardag, næsta ár. So skjótt tað hendir, verður farið á rull! Eg komi ivaleyst at hugleiða saman við tykkum, um allar avgerðir, ið skulu takast. Pinterest brettini standa á tremur við ymiskum hugskotum (takk, Bjørt).

Tit eru vælkomin at fylgja mær á Instagram @mona.breckmann har eg plagi at deila eitt sindur av gerandisdegnum hjá mær á MyStory og við myndum.

Hava tit viðmerkingar til hendan blogpostin eru tit vælkomin at viðmerkja undir upplegginum úti á Facebook síðuni hjá brúdleyp.fo.