2020-01-04 20:34 Author image
Brúdleyp 2020-01-04 20:34

Nøvn:
Elsa og Kristian Thomsen.

Elsa er 32 ára gomul og er úr Tórshavn. Henni dámar væl at syngja, er rólig, jalig og dámar sera væl at brúka tíð saman við familju og vinum.

Hon er nú flutt til Sandavágs og arbeiðir sum námsfrøðingur á einum stovni í Vágunum.

Kristian er 34 ára gamal og er úr Sandavági. Hann er hjálpsamur, umsorgsfullur og vinarligur.

Kristian er útbúgvin sølumaður og arbeiðir í Idé møblum.

[object Object]

Hvussu hendi tað?
Vit høvdu tosað um at giftast, og høvdu gjørt av at fortalt tað fyri familjum okkara á jólum. Á føðingardegnum hjá Kristian valdi hann at taka øll á bóli við at halda eina talu, fara á knæ og spyrja um Elsa vildi giftast við honum.

Hvussu reageraði tú tá Kristian spurdi teg um at giftast?
Kristian hevði fyrireika at nærmasta familja skuldi koma í føðingardag hjá honum, tí hann fylti 33 ár. Hann hevði gjørt sær stóran ómak at bjóða foreldrunum og beiggja Elsu við konu og børnum í føðingardag. Undir borðhaldinum valdi Kristian bráddliga at halda eina talu har hann ynskti øllum vælkomin. Tá hann hevði tosað eina løtu, byrjaði hann at fortelja hvussu stóran prís hann setti á Elsu. Áðrenn hon visti av, lá hann á knæ og spurdi um hon vildi gifta seg við honum. Hetta var ein sera rørandi løta fyri tey, ið vóru hjástødd.

Elsa bleiv tikin av bóli. Ristist øll sum hon var, og visti ikki hvussu hon skuldi fyrihalda seg til støðuna. Hon bleiv tó sera glað og vísti øllum ringin, ið nú var á fingri hennara.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Dato:
18. august 2018

Gestir til veitsluna:
175

Vígsluna:
Skúlin við Løgmannabreyt

Veitslan bleiv hildin:
Í skúlaheiminum í Marknagili

Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús ella vælkomst við tilmelding?:
Veistlan var fyri innbodnum

Fíggjarætlan:
Onga fíggjarætlan

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?:
Vit valdu hetta slag av brúdleypi, tí Kristian hevur eina stóra familju og Elsa hevur nógv vinfólk, so vit hugsaðu at brúdleypið kundi gerast ov stórt, um tað var vælkomst við tilmelding.

[object Object]

[object Object]

Stóri dagurin
Dagurin hjá Elsu byrjaði í Glasir, har hon fekk gjørt hár og make-up. Eisini læt hon seg í kjólan har. Tað var ein serlig løta, tí beiggi hennara AO projects tók brúðarmyndirnar. Pápin hjá Elsu kom eftir henni á Glasi og koyrdi hana til Skúlan við Løgmannabreyt har víglsan var.

Dagurin hjá Kristian byrjaði heima, har hann lat seg í føroysk klæðir og gjørdi seg sjeikaligan.

Til vígsluna høvdu vit tríggjar fittar brúðargentur og ein fittur drongur bar ringarnar. Hesi fýra eru bróðurbørn hjá Elsu og Kristian.

Vígslan var rørandi og hugnalig, har sangframførslur vóru.

Eftir vígsluna var móttøka í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Familja og vinir hjá hjálptu til við at gera kakur og pynta vígsluhølið.

Brúðarparið fór til Sandavágs at taka brúðarmyndir áðrenn veistluna, ið byrjaði kl 18 á Skúlaheiminum í Marknagili fyri innbodnum. Vit fingu góðan mat, hoyrdu góðar og rørandi talur. Vinfólk hjá Elsu høvdu skipað fyri spølum, eitt nú skógvaspælið. Eisini vóru vit tikin av bóli tá Martin Joensen kom at syngja nakrar sangir fyri okkum.

Brúðarkjólin:
Brúðarkjólin bleiv leigaður frá Brúðarlín

[object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum:
Kristian var í Føroyskum klæðum, ið hann sjálvur eigur, tó hevði hann læn tein hvítan vest og hosur frá fastur sínari.

Tað besta við degnum:   
Tað er torført at seta orð hvat tað besta við degnum var, tí alt var gott við degnum. Eitt tað besta við degnum var at familja og vinir komu at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Vit eru tó samd um, at tað besta sjálvandi var at vit blivu hjún.

Brúðarferðin:
Vit hava ikki verið á brúðarferð enn, men vit hava tosað um at fara næsta ár.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Gera so nógv klárt frammanundan sum tilber, fyri at tað ikki skal vera ov stressandi vikuna áðrenn brúdleypið. Tað er eisini gott at spyrja vinir og familju um tey kunnu hjálpa til við at baka kakur og pynta hølini.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?
Vit høvdu ikki gjørt nakað øðrvísi

Hvør tók myndirnar:
Til vígsluna tók beiggin hjá Elsu myndirnar, hann kallar seg fyri AO projects og til veistluna tók Goya artworks myndirnar.

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:
Unn Zachariassen gjørdi hár og makeup.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Reynhold Madsen gjørdi matin.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Gudny’sa køkur.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]