Bloggur: So gevi hvørt annað hond um tað

Hví síggjast so fá pør ganga og leiðast? “Tað hugsi eg ikki um” og “tað plagdu vit”, “Vit hava verið gift so leingi” og “tað ger man ikki...” sum halda tey tað vera flovusligt

Bloggur: So gevi hvørt annað hond um tað
2019-12-04 19:02 Author image
Joy Ann Simonsen 2019-12-04 19:02

Fyrr var tað skikkur, at um ein drongur ynskti at giftast við einari gentu, so fór hann til pápa hennara, og bað um hennara hond........Í dag hevði tann skemtiligi pápin svarað, um tú ikki vilt hava alt av henni, fært tu einki.... tú kanst ikki bara fáa hondina..... haha. Tvætl til síðis.

[object Object]

Í vígslu ritualinum, sigur prestur eisini, “so gevi hvørt annað hond um tað” , sum fyri at siga, at avtalan er í hús, og sum oftast leiðast parið út eftir vígsluna, men so byrjar dagligdagurin, og ikki sær man nógv pør ganga og leiðast í dag. Flestu hugsa nok ikki um tað, og eg havi spurt onkrar vinkonur um, hví tey ikki leiðast við teirra maka, og har komu svar sum “Tað hugsi eg ikki um” og “tað plagdu vit”, “Vit hava verið gift so leingi” og “tað ger man ikki...” sum halda tey tað vera flovusligt.

Tað skilji eg slett ikki. Hví er tað flovusligt, at vísa at man er góður við ein? Eg og maðurin leiðast sum oftast, tá ið vit ganga úti, og fyri meg hevur tað nógv at siga. Eg føli meg tryggan, og elskaðan, tá ið han heldur mína hond.

[object Object]

Eg minnist at omma og abbi mín gingu altíð og leiddust, tá ið tey vóru úti saman. Abbi var ein hampuliga stórur maður, og omma, ein lítil kvinna, og eg hugsi, at omma hevur kent henda sama tryggleika, við at leiða abba, sum var hann har fyri at verja hana móti øllum keðiligum.

Síggi eg eldri pør í dag, sum ganga og leiðast, blívi eg heilt heit um hjartað, tí fyri meg er tað eitt tekin uppá, at man er góður við hvønn annan, og ynskir at vera har fyri hvønn annan. Eg veit, at tað eru ikki øll, ið dáma fysiska kontakt, men eg eri ein av teimum, ið dámar tað, og eri ikki bangin fyri at vísa, at eg eri góð við fólk, við einum klemmi, ella at leiðast.

Eg haldi, at einki er meira romantiskt, enn at síggja eitt eldri par ganga og leiðast.

Hevur tú nakrantíð verið illa fyri, havt ilt í høvdinum ella kent teg ótryggan, og so er tann tú ert góð(ur) við komin og hevur hildið í hondina á tær, og knappuliga hevur tú tað nógv betri? Hatta er ikki bara innbilningar. Ein maður ið kallaðist Pavel Holdstein hevur kannað hetta fyribrygdið, og tað vísti seg, at við fysiska kontakt, synkronisera vit psykisk við okkara partnara, ja so nógv, at um tú hyggur djúpt í eyguni á tínum maka, so banka hjørtuni í takt, og ein kanning, sum NCBI hevur almannakunngjørt, vísti, at kærleikin frá tínum elskaða er pínustillandi, og vísti tað eisini, at maðurin fekk størri empati við at halda konuni í hondini.

[object Object]

Eitt dømi var, tá ið eg skuldi í CT skannaran. Eg má viðkenna, at eg havi klaustrofobi, og hóast eg veit, at tað ikki sker nakað, og eg sleppi útaftur, so panikkaði eg eina løtu, tá ið tey koyrdu meg inn í hatta smala rørið, eg føldi tað, sum fekk eg ikki andað. Sjúkrasysturin spurdi um hon skuldi fara eftir manni mínum, sum sat í bíðirúminum, og hann kom so inn, og sat og helt í hondini á mær. Eg fekk slappa av, og ótryggleikin fór vekk. So jú, fyri meg gjørdi tað mun. So, jú tættari kontakt, vit hava við okkara maka, jú minnið pínu kenna vit, so haldið fast í hvønn annan, tað kann gerast pínufult, at sleppa.

 

[object Object]

Joy Ann Simonsen

Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu. Maðurin og eg eiga trý vaksin børn, 26, 22,og 16, har tvey tey yngstu búgva heima. Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.