2020-08-24 22:00 Author image
Birna Vestergaard 2020-08-24 22:00

[object Object]

Tá ið eg í dag traðki inn í Glyvralon, sum vit hava valt at nevna húsini – tú veit, hasi stóru og flottu húsini niðri í fjøruni á Glyvrum – er tað sum at stíga í eina dreymaverð. Hetta kann eg altso veruliga siga, tí sum smágenta ímyndaði eg mær ofta, at eg búði har. Hava flestu smágentur ikki havt ein dreym um at verðið prinsessur? At átt teir flottastu prinsessukjólarnar, búð á einum slotti, fingið alt serverað og – ikki minst – bestemmað alt? Soleiðis kunnu dreymar fáa veruleikan til at síggja eitt sindur penari út, tí ja, hetta ”slottið” var í grundini ikki so pent. Húsini vóru so forfallin og illa farin, tí tey høvdu staðið tóm í fleiri ár, men samstundis var tað eisini hetta, ið gjørdi húsini meira spennandi! Forvitnar, droymandi, og eitt sindur nervøsar lúrdu vit – eg og hinar genturnar -  ofta inn, fyri síðani at koma í tankar um, at vit vóru altso ikki prinsessur, vit áttu ikki hetta stórbæra slottið og vit høvdu faktiskt eitt kamar har heima, ið skuldi ruddast og støvsúgvast, og so runnu vit avstað… fyri síðani at endurtaka somu mannagongd næstuferð, vit fóru oman í fjøruna at spæla.

[object Object]

Men sum vit øll vita, stendur tíðin altso ikki í stað. Tíbetur, kann man siga! Tí nøkur ár seinni fingu húsini hjá Bjarnadal (faktiskt nokk so kongaligt navn, ha??) sína kærkomnu og tiltrongdu umvæling, tá ið ein sørvingur keypti tey. Altso altso, tey blivu flott! Áh, teir prinsessudreymar, ið tá fóru í gongd! Men húsini stóðu fyri tað mesta tóm, og kanska var tað júst hetta sum gjørdi, at dreymurin um at sleppa at síggja húsini innan ongantíð hvarv. Og loksins eydnaðist tað mær! Á vári 2018 gjørdist eg eigari av húsinum, og sum ein miðalaldrandi og gift kona mátti eg tá ásanna, at prinsessudreymarnir máttu tillagast eitt sindur, og dreymar um at onnur eisini skuldu fáa gleði av húsunum byrjaðu at taka skap. Og so fór eg í sving við at seta húsini í stand – nei okey, kanska gjørdi eg ikki so nógv annað enn at peika og støva av, men ta uppgávuna eigur onkur altso eisini at hava!

[object Object]

So í dag er Glyvralon - slottið við sjóvarmálan, sum eg sum smágenta var so spent í - kortini blivið til eitt romantiskt stað, har tað ber til at halda smáar veitslur – t.d. smærri brúðarveitslur! Hvør líkist meira einari prinsessu enn ein brúður? (Svar: tær ordiligu prinsessurnar, men tað eru ikki so nógvar av teimum í Føroyum). Saman við teimum flottu møblunum, sum eisini hava sína søgu at siga frá, og staðsetingini gongur alt upp í eina hægri eind niðri í Glyvralon, og soleiðis ber tað til hjá mær í dag at gera prinsessudreymin um til veruleika. Ynskir eitt nýgift par at leiga hølini í Glyvralon til eina lítla brúðarveitslu, geva vit okkum tíð til at lurta og skilja hvat prinses-… brúður-… parið ynskir til sín serstaka dag, og so vil eg líka vísa á, at tú fært sera góðar myndir í húsunum eisini (sí myndir)!

Tænastan í Glyvralon verður veitt á einum høgum støði, tí húsini eru ikki bara eini hús. Tey eru ein dreymur, ið er vorðin veruleiki. Vælkomin í Glyvralon!

[object Object]