2020-01-19 19:45 Author image
Brudleyp.fo 2020-01-19 19:45

Brúðarparið

Sanna Vitalis & Ólavur Paulason

Sanna er lærarinna og starvist á skúlanum á Argjahamri.  Hon eigur 3 børn – Bjarti (18), Hanna (2) & Ísak (3). Hon hevur búð í Danmark í 13 ár saman við elsta soninum.

Ólavur er autolakkerari og starvast hjá Berg Motors. Hann eigur 2 børn, Ísak (3) & Hanna (2).  

[object Object]

[object Object]

Sanna og Ólavur greiða frá

Vit møttust á G summarið 2013. Eg búði í Danmark saman við soninum. Ólavur búði í Havn.

Hetta lagnukvøld á G kiknaði ein glóð í okkum. Vit høvdu verið gomul genta og gamal drongur í so nógv ár –men nú fekk pípan annað ljóð.

1 ár seinni fluttu eg saman við soninum heim til Føroyar og inn til Ólav.
Stutta tíð seinni keyptu vit eina sanna perlu á Varðagøtu og 1 ár seinni kom Ísak.
13 mánaðar seinni kom Hanna.

Hatta kann henda, tá ið eldur kemur í gamalt hoyggj. Vit hava havt úr at gera við at renovera hús, uppæla børn og arbeitt.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object] 

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?

Vit høvdu verið úti og eti á Katrinu Christiansen saman við góðum vinfólkum hetta vakra summarkvøldið.  Vit gingu heim gjøgnum viðarlundina, sum vit so ofta gera saman við børnunum.

Tað var eitt sera vakurt kvøld og prátið millum okkum var sera hugnaligt, nú vit endiliga høvdu eina løtu saman uttan børn.

Ólavur vildi gjarna seta seg niður eina løtu, so vit settust á ein bonk. Við teimum vakrastu orðunum frá hjartanum takkaði hann fyri okkara lív saman og spurdi, um eg vildi verða kona hansara.

[object Object]

Hvussu reageraði tú tá Ólavur spurdi teg um at giftast?:

Tá ið Ólavur spurdi meg, um eg vildi verða kona hansara, rann ein heit kensla gjøgnum mín kropp. Eg føldi eina heilt serliga lukku –ein frið innan í mær.
Eg minnist, at eg hugsaði: ”Hann valdi meg”. Og eg var rørd, glað, lukkulig og forelska. Eg føldi, at hetta var tann seinasti brikkurin, sum ”manglaði” í mínum lívið. Eg hevði ALT nú.

Ólavur er ein maður við fáum orðum, so tá ið hann sat har og vildi giftast við mær, so visti eg, at hetta var nakað hann innarliga ynskti. Og tað rørdi meg djúpt.

Lívið hjá okkum hevur sanniliga verið stævið við tveimum so smáum børnum, fulltíðarstørvum og einum húsum at seta í stand.

Men hann valdi meg. Eg var ovurfegin –lukkulig. Og segði ja, so skjótt eg fekk orðini ímunnin aftur. Kundi ikki ímynda mær eitt betri lív saman við nøkrum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Vígslan

Vígslan var í Vesturkirkjuni leygardag tann 20. juli 2019

Veitslan var fyri innbodnum, har 109 gestir vóru til veitsluna sum bleiv hildin í Panorama á Hotel Hafnia

Fíggjarætlan

Vit valdu ikki at hugsa um kostnaðin av hesum stóra degi og øllum tí sum har hoyrir til. Vit valdu at ganga øllum okkara ynskjum um ein ógloymandi dag á møti. Kostnaður uml. 200.000 kr.

[object Object]

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Okkara hægsta ynski var at hava øll okkara nærmastu við til henda stóra dag. Vit ynsktu at hava tíð og rúm til at verða saman við teimum øllum.
Hava tíð til at flenna og práta og syngja saman við øllum.
Vit setu sum mál, at gestirnir eisini fingu ein stuttligan og ógloymandi dag saman við okkum.
Tí valdu vit at betala okkum frá øllum uppgávum.

Fráreiðing um tykkarar brúðardag 

Eg hevði rent Ólav út úr húsinum kvøldið fyri, tí vit skuldu ikki síggjast fyrr enn hurðarnar í kirkjuni opnaðust.

Eg vaknaði tíðliga henda vakra morgunin. Eg hevði faktiskt sovið ordiliga væl. Eg føldi hetta var ein púra vanligur morgun. Børnini ánaðu einki, so vit settu okkum at eta havragrýn og syngja barnasangir, sum vit plaga.

So kom omman. Tá visti eg, at nú mátti eg fara avstaðat gera hár og make up. Eg merkti eitt lítið prik í búkinum. Eg var spent.

Løtu seinni - sum vísti seg at vera fleiri tímar seinni –var eg umskapaðtil eina vakra prinsessu. Ævintýriðvar byrjað.

Vit komu til kirkjuna. Hurðarnar vóru aftur og eg visti at øll bíðaðu eftir mær. Mítt innarliga ynski var, at eg saman við mínum bønunum gekk inn eftir kirkjugólvinum, meðan strúkarir spældu Canon in D. Elsti sonurin førdi meg inn eftir gólvinum. Og eingin var betri egnaður enn hann. Tað hava altíð verið eg og hann –men nú vóru vit brádliga vorðin 5. Ein dreymur, sum eisini hann hevur havt. Ein stór og rørandi løta.

Tað var fantastiskt, tá ið hurðarnar fóru upp. Øll fólkini, sum vóru har, vóru komin fyri at gleðast saman við okkum. Og fremst stóð Ólavur –so flottur og glaður. Eg nýtti hvørt fet eg gekk inn eftir gólvinum –eg hevði øll míni børn rundan um meg, meðan vakur, spælandi tóleikur rungaði í kirkjuni. Og har stóð Ólavur og bíðaði eftir mær –mín dreymaprinsur.

[object Object]

 Tað var ein sera stórsligin og vøkur løta í kirkjuni. Vøkur og sigandi orð frá presti, vakur sangur og eydna í eygunum á brúðarparinum.

Eftir vígsluna skuldu myndir takast. Hetta stóðu Osvald og Karis fyri. Vit byrjaðu í viðalundini, sum vit høvdu eitt persónligt forhold til. Osvald og Karis dugdu sítt!
Tey syrgdu fyri at løtan saman við teimum var ein sonn uppliving og myndirnar ógloymandi flottar. Vit fluttu okkum oman í Gamla bókhandil eftir nøkrum tímum, har vit fóru afturum og funnu eina sanna perlu. Saman fingu Osvald og Karis okkum til at skapa flottar og ævintýrligar myndir av okkum, sum vit altíð fara at goyma í hjørtum okkara.

Eftir myndatøkuna saman við OPH høvdu vit eina løtu fyri okkum sjálvi, áðrenn veitslan byrjaði. Vit valdu at fara í hyttuna, sum Hotel Hafnia hevði bjóðað okkum, at gista í tað náttina. Í hyttuni fingu vit okkum ein bita og eitt glas av víni, áðrenn vit vendu nøsina móti Panorama.

[object Object]

Veitslan var fantastisk. Rómurin var góður. Nógvar góðar og stuttligar talur. Maturin smakkaði einastandandi. Nógvur sangur. Føroyskur dansur og tónleikur til síðst. Fólk hugnaðu sær og vit fingu práta við øll. Vit høvdu eitt fantastisk kvøld saman við øllum okkara kæru.

Hafnia orðnaði alt tað praktiska fyri okkum. Veitslan endaði ikki fyrr enn um morgunin. Tá var deiligt at sleppa í hyttuna aftur. Vit kunnu viðmæla hytturnar hjá Hafnia. So hugnaligar.

Okkara brúdleypsdagur var komin at enda–eitt satt ævintýr.

Brúðarkjólin

Leigaður frá Brúðarlín.

Tá ið kjólin skuldi veljast, hevði eg biðið nakrar vinkonur um at koma við mær, so eg fekk ymiskar meiningar.

Besta avgerð eg havi tikið. Uttan tær veit eg ikki, hvussu kjólin hevði sæð út. Tað eru so nógvar avgerðir, sum skulu takast um ALT. Við hvørt er tað gott at hava fleiri eygu, oyru og hendur.

Eg fekk mín dreymakjóla –og Ólavur elskaði at síggja meg í honum.

Ein fantastisk uppliving.

[object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum

Mirjam Carlsen er ein eingil her á jørð. Ólavur var forbí hjá henni, har hann skuldi leiga ein hvítan vest til føroysk klæðir. Mirjam var sera dugnalig til at finna rætta litin á mynstrinum, sum klæddi Ólavi best. Ikki nokk við tí. Tá ið hon hoyrdi, at tað vóru tveir synir í húsinum, helt hon, at best hevði verið, um allir vóru eins. So hon syrgdi fyri, at øll mannfólkini vóru eins klæddir. Fantastiska flott arbeiðið.

[object Object]

Tað besta við degnum

ALT! –Alt gekk so væl. Allur dagurin var ein stór uppliving –frá morgunstundini har vit øll skuldu gerast klár –til rørandi vígsluna  - til stórslignu upplivingina at taka myndir - og veitsluna um kvøldið, sum helt áfram til tann ljósa morgun.

Eitt satt ævintýr!

[object Object]

Brúðarferðin

Hana gleða vit okkum til um nøkur ár.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør

Tað er ongantíð ov tíðliga at fara í holt við at planleggja tann stóra dagin. Eg byrjaði 1 ár frammanundan –og ringdi og skrivaði og kannaði ymiskt, tá ið tað lá fyri. Tíðin flýgur –og tá ið dagurin nærkaðist var alt uppápláss, og eg kundi njóta dagarnar undan brúdleypinum í frið og náðum saman við Ólavi og børnunum. Tað var gull vert.

Minnist til at njóta stóra dagin og hvønn annan. Dagurin flýgur avstað.

Bestu minnini frá einum so stórum degi eru myndirnar. Tær kunnu tit hyggja eftir umaftur og umaftur.

 

Høvdu tit gjørt nakaðøðrvísi um møguligt?

Nei! Fyri okkum var dagurin perfektur uppá allar mátar.

Hvør tók myndirnar

OPHfoto – kann viðmæla øllum at velja Osvald og Karis. Tey fylgdu okkum allan dagin. Sera dugnalig og fitt fólk. Einastandandi flottar myndir.

[object Object]

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:

Hár og make up: Laila Carlsen hjá Karinsa

Negl: Mirjam í Stjørnuskotinum

 

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:

Hotel Hafnia stóð fyri matinum, sum smakkaði einastandandi.

Brúðarkøkuna gjørdi Olevina Sundsskarð, sum rekur kondittaríið Marietta.

[object Object]

Anna áhugavert um dagin: 

Eg elski blómur. So tá ið eg fann útav, hvønn lit blómurnar í føroyska vestinum, sum Ólavur skuldi í, var, vendi eg mær til Blómuhúsið í Havn, har eg kom at práta við Mariu Deku. Hon dugdi sera væl at vegleiða meg um passandi blómur til brúðarbukettina, borðpynt, hárpynt, pynt til kirkjuna o.a.

Ein sera týðandi brikkur fyri okkum áðrenn brúdleypið, var hvør skuldi ansa okkara gullklumpun. Øll tey nærmastu vóru jú til veitslu um kvøldið.

Vit fingu eina sera fitta unga damu, sum ansaði Hannu í vøggustovuni at leggja tey at sova um kvøldið. Og viðhenni heima hjá okkum kundu eg og Ólavur vera 100% til staðar í veitsluni, tí vit vistu at børnini høvdu tað gott.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]