2019-09-12 20:39 Author image
Brúdleyp 2019-09-12 20:39

[object Object]

Brúðarparið
Beinta & Kenneth Olesen

Størv og stutt lýsing um tykkum: 
Beinta er 30 ára gomul og er úr Havn. Hon er spontan, glað, roksutt og elskar at shoppa.

Hevur búð stóran part av lívinum í Danmark, og hevur tikið útbúgving í Keypmannahavn sum lærari. Hevur eisini roynt kreativu síðuna, sum frisør, men fekk eitt spennandi tilboð, um at vera lærari á Stóra Dímun, so hon valgdi at taka av tilboðnum. Starvast í løtuni sum lærari í Skúlanum á Fløtum.

Kenneth er 29 ára gamal og er úr Miðvági. Hann er arbeiðssamur, hjálpsamur og sera ruddiligur og so elskar hann alt, sum koyrir ella siglir skjótt.

Hann hevur nomið sær fleiri útbúgvingar, so sum bilmekanikari, skipara og skipsførara útbúgving. Hann er nú fluttur til Havnar og siglir við skipi í Danmark.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?

[object Object]

Vit høvdu práta nakað aftur og fram um hesi viðurskifti, og vóru vit bæði komin til tess, at vit vildu lata okkum gifta. Spurningurin var ongantíð um vit skuldu giftast, men NÆR. Skuldi hetta vera summar ella vetrar brúdleyp?

Sum konufólk flest, so havi eg droymt um brúdleypið líka síðan eg var smágenta, og nú eg hevði funnið mær ein so fantastiskan mann, so var tað øgiliga spennandi at leita ymiskt upp á netinum, sum kundi geva mær enn fleiri hugskot til, hvussu eg einaferð skuldi fara at pynta.

 

 

 

 

[object Object]

Tað var so soleiðis, at maður mín siglir í Danmark, og var hann tí ofta ”einsamallur” og hevði tíð at hugsa um hesi viðurskifti. Eg kom so niður 10. oktober 2018 í heystferiu, og hann kom í land sama dag.

Vit møttust og hugnaðu okkum tann dagin. Seinni á kvøldið spyr hann um vit skuldu fara at ganga ein túr – sum hann veit at eg elski. Tað var so stilt sum aldrin fyrr og tokan lá næstan oman á vegin. Einki ljóð – eingin bilur. Bara vit bæði, sum gingu túr. Eg havi tað við at tosa og roksa, so eg veit ikki um hann ordiliga fekk stundir at kroysta spurningin millum mítt roks. Tá ið vit nærkast vegnum, har vit búðu, so steðgar hann upp og eg leggi ikki merki til tað beinaveg og vendi mær við fyri at ”leita” eftir honum. Tá finni eg hann á knæ aftanfyri meg, har hann hevði flottasta ringin og spurdi um eg vildi vera kona hjá honum. Eg kann so nevna, at eina viku áðrenn hetta, hevði hann veri biltúr við pápa mínum, har hann hevði spurt um loyvi, at gifta seg við dóttirini. Sikken ein sjarmøøøøør.

Kann man annað enn elska ein sovornan mann?

[object Object]

Hvussu reageraði tú, tá Kenneth spurdi teg um at giftast?:

Sjálvt um eg hevði snakkað nakað um at giftast og onkursvegna hopaði, at tað ikki fór at taka fleiri ár, áðrenn hann fór á knæ, so var eg púra paff.

Eg var so glað, og svaraði ja. Eg var tó sikkur í at eg ikki passaði ringin, men hetta hevði hann eisini tikið hædd fyri, so ringurin sat sum stoyptur á mín fingur.

[object Object]

Dato fyri vígsluna:
Vígslan varð 13. juli 2019

Tal á gestum til veitsluna:
128 gestir komu til veitsluna

Staðfyri vígsluna:
Vígslan var í Ebenezer

Veitslan bleiv hildin:
Veitslan varð hildin í Østrøm.

[object Object]

[object Object]

Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús?

Veitslan var fyri innbodnum. Veitsluhølir rúma ikki meiri enn eitt vist, og var tað tí ikki møguligt, at bjóða øllum við, sum ein kanska hevði havt hug til.

Fíggjarætlan:

Fíggjarætlan er sera umráðandi at hava – sjálvt um eg ivist í, um nakað brúðarpar, hevur hildið seg 100% til nakra fíggjarætlan. Eg elski kreativitet og DIY loysnir, so eg setti mær fyri, at alt sum eg kundi gera sjálv, tað skuldi eg gera. Skal so leggjast avtrat, at tað allíkavæl kostar, men ikki nærum líka nógv sum keyptar loysnir.

Høvuðsendamálið hjá okkum var, at vit ikki vildu taka nakað lán fyri at gifta okkum, og eydnaðist hetta okkum.

[object Object]

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?:

Vit vildu fegin hátíðarhalda dagin saman við okkara kæru. Hetta er ein so serligur dagur í okkara lívið, og vildu vit ikki gera hann til einkis. Vit valdu Østrøm, tí tað er so vakurt í teimum hølunum, og nemt var at fáa tað romantiskt.

Har var eitt maks fyri hvussu nógvar gestir vit kundu bjóða, so vit valdu at tað var innbjóðing og ikki at tekna seg.

Fráreiðing um brúðardagin (vígsluna, móttøkuna, veitsluna osfr.)

Dagurin byrjaði við at vit skuldu gera okkum klár til dagin. Hetta inniber, at Laila Carlsen (sminka), Kartin Høgnesen (hár) og Eyðbjørn Jacobsen (fotograf), komu heim til mín, at gera síni kynstur. Tá ið klokkan nærkaðist 13, fóru vit øll avstað oman í Ebenezer, har eg fekk mítt ynski uppfylt. Tað innibar, at eg ikki vildi bíða ov leingi við at ganga inn at gólvinum. Eg gekk inn 13:05.
Eg havi altíð ynskt at tað skuldi vera abbi mín, sum skuldi tala til mítt brúðleyp, og fekk eg eisini hetta ynski uppfylt. Hann helt eina góða og hjartanemandi talu fyri okkum, og vinkonan Leslie og Klaverspælarin Jóannes á Váli spældu inn- og útgang.

Eisini sang Ebenezer kórið, sum eg sjálv eri ein partur av, og Maria á Lakjuni sang sangin, sum eg ynskti til Kenneth, ”When God made you”, sum er so ótrúliga vakur.

Alt gekk væl og vit høvdu góðar hendur, sum hjálptu okkum at njóta dagin og sleppa øllum tankum um fyrireiking og um alt gekk sum tað skuldi.

Tá ið vígslan var av, so var myndatøka. Hetta stóð Eyðbjørn fyri, og megnaði hann hetta til UG. Havi aldrin havt tað so stuttligt og lætt við at fáa tikið myndir. Hann var stuttligur, lættur og professionellur.

So var veitslan, har vit møttu klokkan 18, væntandi at eingin (ella fá) vóru møtt upp. Men vit vóru yvirraskaði. Næstan øll vóru har. Tað var so stuttligt at koma fram, og verða móttikin, av einum so stórum hópi.

Vit høvdu ein myndavegg, har vit brúktu Myselfie, so at gestirnar kundu taka myndir alt kvøldið. Hetta hava vit nógva gleði av í dag, og ráði eg øllum at læna hetta kamera.

Tá ið kvøldið var av, fóru vit aftur út at taka myndir, sum blivu so vakrar í myrkrinum.

Vit eru so nøgd og glað fyri dagin, og takka vit øllum sum hjálptu við at gera hendan dagin nakað heilt serligt fyri okkum. Eitt minnið fyri lívið.

[object Object]

Brúðarkjólin:
Brúðarkjólin er av merkinum Lilly. Hann er keyptur gjøgnum Brúðarlín.

 [object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum:
Øll klæðini hjá brúðgomminum, vórðu keypt í Danmark.

 [object Object]

Tað besta við degnum:  
Tað besta við degnum, var at kunnu njóta hann saman við manninum hjá mær. At taka myndirnar var ótrúliga stuttligt og nærveran millum meg og mannin var nakað heilt serligt. Eitt heilt serligt minnið, er tá maður mín hevði bílagt ein sangara (Johan úr Blátt Gras) at syngja sangin "Perlan".

Hetta er ein sangur, sum hevur so stóran týdning fyri meg, og brast eg út úr at gráta, tá ið eg hoyrdi sangin. Skal eisini nevna allar gestirnar og talurnar. Eg elskaði hvørt sekund av degnum.

Brúðarferðin:
Vit fóru fyrst tríggjar vikur til Danmarkar, har vit brúktu tíð saman sum nýgift par, men eisini saman við vinum og familiu. Síðani fóru vit til Miami, har vit stutt sloppu at síggja hvussu tað var, og fóru síðani umborð á heimsins størsta cruise skip ”Symphony og the seas”. Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi. Service í topp og var tað so nógv stuttligt at fara til og uppliva umborð. Komu í land á trimum oyggjum og fóru so heim eina viku seinni. Heilt sikkurt eitt av teimum tingunum, eg eri mest glað fyri, at vit valdu.

[object Object]

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Eg vil geva tykkum tað ráð, at byrjið í góðari tíð at fyrireika. Eg brúkti yvir eitt hálvt ár. Eg var ikki í full sving allatíð, men hugnaði mær við tí. Havi hoyrt nógv brúðarpør siga ”GOTT at eg ikki brúkti meir enn ein mánað, tí tað var morð”. Men eg vænti, at tað er eitt keðiligt upplivilsi og eitt keðiligt minni um tað tíðina, sum annars átti a verið eitt fantastiskt minni. Hav tíð til at hugna tykkum við tí, so verður tað nógv lættari tá ið sísta vikan kemur.

[object Object]

[object Object]

Høvdu tit gjørt nakaðøðrvísi um møguligt?:
Eg haldi ikki, at eg kann koma í tankar um nakað, sum eg ikki var nøgd við. Eg brúkti góða tíð uppá alt, so eg hevði eisini tíð at hugsa meg um.

Hvør tók myndirnar:
Eyðbjørn Jacobsen

Hvør gjørdi hár, makeup, negl:
Hárið settið Kartin Høgnesen. Neglirnar vóru gjørdar hjá Madame í Klaksvík (Hananja). Laila Carlsen gjørdi Makeup.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Gutti Winther og Leivur Ejdesgaard. Maturin var fantastiska góður og kann uppá allar mátar viðmælast.

[object Object]

[object Object]

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Vit keyptu brúðarkøku frá Gómagott. Tað kann heilt sikkurt viðmælast.

Hvør gjørdi brúðarbukettina:
Marita á Lakjuni. Ónatúrliga vøkur og hon skilti púrasta hvat eg ynskti mær.

[object Object]