2019-10-19 18:02 Author image
Brúdleyp 2019-10-19 18:02

Nøvn á brúðarparinum:
Súsanna og Magnus í Króki

Súsanna lesur cand.mag.pæd. á Københavns Universitet. Magnus arbeiður sum fólkaskúlalærari. Tey búgva á Amager saman við teirra tvey ára gamla soni. 

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?
ggjársaftan 2015 kom Magnus við óvart til at fortelja fyri mær, at hann ætlaði at fara niður á knæ, áðrenn næsta ársskiftið. Eg endaði so við at bíða spent í nógvar mánaðar, uttan nakað hendi. So eg fór at ivast um hann fór niður á knæ ella ikki. Til endans fór hann á knæ á mínum føðingardegi 19. november 2015.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

 

[object Object]

Hvussu reageraði tann, sum bleiv spurdur, tá hin parturin spurdi teg um at giftast? Eg hevði sum so bíðað eftir tí leingi, men eg varð bæði rørd og ótolin at siga ja, meðan Magnus helt eina vakra talu.

Dato fyri vígsluna: 21. juli 2018 

Antal gestir til veitsluna: 80

Staðfyri vígsluna: Havnar Kirkja 

Veitslan bleiv hildin: B36-húsinum

 

Hvussu varð veitslan hildin:

Veitsla var fyri innbodnum í B36-húsinum og brúðarhús varð hildið dagin eftir fyri øll.

Fíggjarætlan:

100.000 krónur, men bleiv hægri.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?

Vit eru ikki fólk, sum gera nakað stórt burturúr, men vit hugsaðu, at um vit skuldu hátíðarhalda nakað ordiligt, so skuldi tað vera okkara brúdleypsdag.

Frágreiðing um brúðardagin (vígsluna, móttøkuna, veitsluna osfr.):

Sum tað fyrsta fór eg til frisør at gera hár og make-up til dagin, sum vardi nakrar tímar. Síðani fór eg heim at lata meg í kjólan, áðrenn farið var í kirkjuna. Magnus kom í kirkjuna áðrenn eg, og tók ímóti gestum. Vígslan gekk væl, uttan tað at vit tóku feil av tíðini og fóru út áðrenn tíðina. Síðani tóku vit familjumyndir uttanfyri kirkjuna og portrettmyndir av okkum áðrenn veitsluna. Veitslan gekk sera væl og fólk vóru í góðum hýri. Durasnapsur bleiv bjóðaður við og gestirnir fingu eisini sjampanju. Veitslan var sum aðrar, full av talum, tónleiki og stórum smílum, og vit halda at fólk hugnaðu sær óført. Maturin, ið var matskrá við trimum rættum, var sera væl smakkandi og blivu øll mett og væl sett.

Seinni á kvøldinum kom ferð á dansigólvið og tónleikararnir vóru báðir sera dugnaligir.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Brúðarkjólin: Ein A-formaður stroppleysur brúðarkjóli frá Lilly, við einum hálvlangum brúðarsløri sum tilhoyr. Kjólin var gjørdur av satin við tyll og blondum.

Klæðini hjá brúðgóminum: Myrkablátt jakkasett frá Dressman við ráhvítum vesti og tilhoyri frá Amazon.

[object Object]

Tað besta við degnum: Allur dagurin var ótrúliga góður, men ein av okkara yndisløtum var tá hálvtannað ára gamli sonur okkara kom smílandi upp til okkara við ringunum undir vígsluna. 

Brúðarferðin: Vit avgjørdu tíðliga at vit ikki fóru á brúðarferð, vegna sonur okkara, sum bert var hálvtannað ára gamal tá. Vit valdu ístaðin at siga, at vit skuldu fara á eina familjuferð í eitt vatnland eitt annað summar.

 [object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:

Væntið at kostnaðurin til brúdleypið verður meira enn ætlað. Hav samband leypandi við allar veitarar heilt upp til brúdleypið fyri at vera vís í, at avtalan verður hildin. Vit vóru so óheppin, at fýra veitarar hoppaðu frá fáir mánaðir áðrenn brúdleypsdagin. Eitt ráð er tískil at vera fyrireikaði uppá, at alt ikki altíð gongur eftir ætlan, men at tað nokk skal blíva ein fantastiskur dagur kortini. Kanska enn betur enn væntað.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:

Tað var ein heilt einastandandi og ógloymandi dagur og vit høvdu ikki vilja gjørt nakað øðrvísi. 

Hvør tók myndirnar:

OPHfoto. Heilt ótrúliga vakrar myndir, sum vit eru sera takksom fyri at kunna varðveita framyvir.

[object Object]

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:

Sera dugnaliga Laila Carlsen gjørdi bæði hár og makeup, sum eg varð sera glað fyri.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:

Viljin Catering. Sera vælsmakkandi matur.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:

Ildiko Johansen gjørdi køkuna & Gudny Petersen gjørdi blómurnar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]