Myndatøka gjørdist til romantiskt fríggjarí

Hann hevði leingi hugsað um hetta, og hvussu hann skuldi bera tað fram, men hann visti, at tað skuldi verða okkurt serligt fyri Sunnvør.

Myndatøka gjørdist til romantiskt fríggjarí
2019-08-01 16:17 Author image
Emma Petersen 2019-08-01 16:17

Nøvn:
Arni Rasmussen & Sunnvør Knudsen
Stutt lýsing um parið:
Arni Rasmussen er úr Norðragøtu og Sunnvør Knudsen er av Glyvrum. Ímeðan Arni starvast sum grannskoðari hjá Januar, er Sunnvør í skrivstovulæru hjá Auto Service í Tórshavn.

Myndafólk:
Lydia Andrea Frederiksberg

-------------------

Áðrenn tey møttust, høvdu tey tikið ta somu avgerðina um at fara á Handilsskúla á Kambsdali, har Arni gekk í flokki saman við einari vinkonu hjá Sunnvør. Tá ið Sunnvør so skuldi skriva høvuðsuppgávuna á 3. árið, fann hon útav, at hesin Arni hevði skrivað sína uppgávu í somu lærugrein sum Sunnvør. Hon fekk so bjóðað at síggja uppgávuna hjá Arna fyri at síggja hansara uppsetan o.a., og soleiðis funnu tey útav hvørjum øðrum. Eftir at hava prátað um uppgávur og skúla, komu tey at kenna hvønn annan betur, tá tey møttust á einum ungdómsmøti í Ebenezer í 2016.

[object Object]

Hvussu fyrireikaði Arni seg til fríggjaríi?
Hann hevði leingi hugsað um hetta, og hvussu hann skuldi bera tað fram, men hann visti, at tað skuldi verða okkurt serligt fyri Sunnvør. Ein mánað áðrenn sjálvt fríggjaríið var hann farin inn til Niels L. Arge, har hann hevði hugt eftir ringum, og tá hann hevði tikið eina avgerð um, hvør var vakrast, var bert eftir at bíleggja hann. Ringurin kom tíbetur í somu viku, sum hann ætlaði at fríggja til Sunnvør, og ráðlegði hann so fríggjaríið. Eitt borð á eini matstovu og eina tíð til myndatøku, sum Sunnvør leingi hevði gingið og ynskt sær. Myndakvinnan var skjót at spyrja Arna, um hann fór at fríggja til Sunnvør ta løtuna, ið myndatøkan var, men av tí, at tað skuldi verða eitt “surprise”, valdi hann at svara nei. Fyrst fóru tey at hátíðarhalda 1-árs-dagin, og fríggjaríið, tað kundi bíða til eina aðru ferð og myndakvinnan skilti tað væl.

[object Object]

Hóast Arni hevði avgjørt at fríggja til Sunnvør fyri langari tíð síðani, so vóru nervarnir stórir fyri einum ávísum, og tað var at skula spyrja um loyvi frá verpápanum at fáa dóttir hansara til konu. Arni var ikki nervøsur fyri svarinum frá verpápanum, men meiri um at skulu seta hendan spurningin, sum hevði so nógv at týða fyri hann.
Tá hann spurdi verpápan, gav hann honum eitt stórt, smílandi ja.
Tann 1. Juli 2017 var so dagurin har Arni fekk sítt ja. Tað var ein leygardagur og júst hetta dato er eitt minnisríkt dato fyri bæði tvey, tí hetta dato í 2016, var, tá tey valdu at gerast par. Tey vóru bæði samd um, at tey skuldu gera okkurt burturúr degnum og Arni hevði biðið Sunnvør gjørt seg klára at fara at gera okkurt, og at tað skuldi ganga fyri seg uttandura, men tað var eitt yvirraskilsi. Av tí, at yvirraskilsi skuldi ganga fyri seg uttandura, hevði hon fingið at vita, at hon skuldi hava góð klæðir við. Sunnvør greiðir smílandi frá, at hon ánaði ikki, hvat tey skuldi, so hon hevði tikið 5 jakkar, 3 pør av skóm, húgvu, turriklæði, vøttir og gummistivlar við. Flennandi leggur hon so afturat, at hon var klár at bæði fara til Grønlands, á Slættaratind og á seiðaberg, um tað skuldi verða.

[object Object]

[object Object]

Tey bæði fara so koyrandi og tað fyrsta tey gera, er, at eta eina góða máltíð í matstovuni hjá Elisabeth, sum er á Viðareiði. Allan vegin norð til Viðareiðis sat Sunnvør og gitti seg fram til, hvat tey skuldu, men Arni stóð fastur sum kletturin og gav ikki skarvin yvir. Sunnvør leggur flennandi afturat, at hon er bæði ótolin og forvitin, og hendan støðan er tað ringasta, tá ein er forvitin. Aftaná tann sera góða bitan steðgaðu tey á heima hjá Arna, har foreldur hansara høvdu koparbrúdleypsdag hendan sama dagin, og fóru tey at heilsa uppá tey. Sunnvør helt, at hetta var “endastatiónin”, men so var ikki, tí Arni hevði nevniliga annað í tonkunum, og gjørdist Sunnvør ógvuliga bilsin, at tey skuldu víðari, og hevði langtsíðani gloymt alt um øll klæðini, sum bíðaðu í bilinum. Tá tey høvdu koyrt eina løtu, steðgaðu tey uttanfyri fornminnisavnið á Glyvrum, har myndakvinnan stóð uttanfyri. Sunnvør greiðir frá, at hon bleiv ógvuliga kløkk, tá hon sá hana, tí myndakvinnan var nevniliga systkinabarn við Sunnvør, og spurdi hon hana, hvat hon gjørdi uttanfyri. Lydia, sum er navnið á myndakvinnuni, svaraði við einum brosi, at Arni hevði skipað fyri einari parmyndatøku, og at hon skuldi klikkja. Tey fingu nakrar myndir tiknir har, men fóru so víðari á Toftavatn, har tey tóku fleiri myndir. Tá tey komu út til vatnið fortaldi Arni Sunnvør um spurningin, hann hevði fingið frá Lydiu, tá hon bílegði myndatøkuna, og Sunnvør trúði hesum, flenti og hugsaði ikki meir um hesa stuttligu hending. Tá myndatøkan var av, og Lydia var í holt við at pakka útgerðina saman, valdi Arni at fríggja. Nakrar vikur frammanundan hevði Sunnvør víst Arna eina fitta mynd av einari gentu, sum hevði ein ring, og á hondini hjá dronginum stóð ”she said yes”, og helt Sunnvør hesa myndina vera sera romantiska. Hesa mynd hevði Arni so planlagt, at Sunnvør skuldi upplivað, og valdi hann at geva henni eina spritt-týssj og spurdi hana, hvat hon kundi brúkast til. Sunnvør fortelur, at hon visti beinanvegin, hvat talan var um, og gjørdist hon sera spent, meðan hann bara stóð og smíltist. Hon svaraði honum sjálvandi, hvat hon kundi brúkast til, og eftir hetta, segði Arni nøkur romantisk orð og fór á knæ. Sunnvør greiðir frá, at hon bleiv púra paff og fataði als ikki, at hetta var veruleiki, men segði sjálvandi ja. Tey høvdu frammandundan tosað um, at kanska tikið ring uppá, og gjørdist hon sera bilsin av hesi romantisku hending. Tað einasta hon hoyrdi, var Lydia, sum rópti aftanfyri ”Oh my dear, Arni, tú ert svakur!” Hon visti heldur ikki av hesum.

 

Hetta fitta og romantiska parið hevur tikið avgerð um at gifta seg í Gøtu Kirkju og hava veitsluna í Skótahúsinum við Løkin á sumri 2018.

[object Object]

[object Object]