2020-04-06 22:18 Author image
Brudleyp.fo 2020-04-06 22:18

Brúðarparið

Joey Lee og Atli Olsen

Vit hittust fyrstu ferð til eitt brúdleyp í Hvalba hjá okkara felagsvinum Alice og Jaspur í 2013. Joey kom allan vegin úr Singapore í brúdleyp hjá Alice. Vit høvdu áður hoyrt um hvønn annan frá Alice, men vistu ikki nógv meiri enn navnið á hvørjum øðrum. Joey og Alice hittust umborð á Logos Hope har tær gjørdust góðar vinkonur. Tær vóru umborð í tríggjar mánaðir í 2011.

Tá ið vit hittust høvdu vit nógv í felag og at tosa um. Eftir at Joey fór heim aftur, eftir tvær vikur í Føroyum, hildu vit samband umvegis Facebook. Árið eftir, á sumri í 2014 møtust vit í Singapore og gjørdust par. Næstu tvey árini brúktu vit nógva tíð á Skype, og vitjaðu hvønn annan bæði í Føroyum og Singapore. Tað longsta vit ikki sóðust var sjey mánaðir. Annars sóðust vit umleið triðja hvønn mánaða. Ikki var tað altíð lætt, men vit takka Gudi fyri trúfesti, hann hevur víst okkum.

Í dag eru vit bæði lesandi og búgva í Keypmannahavn har Joey lesur kandidat í Climate Change á KU og Atli lesur General Engineering á DTU. Vit hava nú verið gift í skjótt fýra ár og vænta okkara fyrst barn nú í apríl.

[object Object]

Hvussu reageraði Joey, tá tú spurdi um at giftast?

Reaktiónin var ikki so øgiliga stór, tí vit høvdu tosað um tað frammanundan eisini. Tí vit vistu at okkara forhold kom at vera ”Long distance” í longri tíð. Tað var umráðandi fyri okkum at hava eitt endamál at stevna ímóti frá byrjani. Tað var ein einføld innilig løta.

Dato fyri vígsluna: 

21. mai 2016

Gestir til veitsluna: 

110 fólk

Vígslan og veitslan: 

Halia @ Raffles Hotel, Singapore

[object Object]

Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús ella vælkomst við tilmelding?

Fyri innbodnum

Fíggjarætlan:

Íroknað alt so sum brúdleyp, flogferðir, brúdleypsferð, hjúnarsigning og brúðarhús í Føroyum umleið 100.000 kr. Vit megnaðu at halda fíggjarætlanina, sum vit høvdu planlagt.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Vit høvdu ikki eitt traditionelt kinesiskt brúdleyp, sum tey plaga at hava í Singapore tí, Joey heldur at tey eru í so óinterissant og dámar tað er betur við einum inniligum brúdleypi. Vanliga hevur ein meiri enn 300 gestir. So okkara var eitt lítið brúdleyp í Singapore. Eftir brúdleypið í Singapore høvdu vit eina hjúnarsigning heima í Føroyum í Seglloftinum á Tvøroyri og brúðarhús heima í Hvalba fyri familju og vinfólkum her heima.

 [object Object]

Brúðardagurin

Vit høvdu vígsluna í einum garði á Raffels Hotel, har familja og vinir vóru til staðar, har vit góðu okkara lyftir til Gud og hvønn annan. Eftir hetta høvdu vit eina veitslu, sum var inni í matstovuni. Vit fingu eitt orð frá einum Pastori, sum vit kenna og so sungu nakrir stuttar lovsangir við okkara gestum. Vit høvdu eisini eitt live-band sum gjørdu kvøldi sera hugnaligt. Eftir at gestirnir fóru høvdu vit eina lítla mini fest, sum er partur av kinesisku traditiónini. Tá brúðgómurin og hansara “Best-men” blíva straffaðir og argaðir av bridesmaids áðrenn brúðgómurin sleppur at síggja brúðurna.

Klæðini hjá brúðgóminum

Føroysk klæðir

[object Object]

Brúðarkjólin

Kelly’s Bridal (Singapore)

[object Object]

Brúðarferðin

Vit fóru eitt spontanan túr til Bali í Indonesia. Har vóru vit 5 dagar.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør

Hetta er tykkara fyrsta stóra projekt so tað er ein góð tíð, at royna tykkara samarbeiði og samráðingar evnið. Tit koma at læra eina rúgvu frá hvørjum øðrum og um hvønn annan… Tá tað til tíðir gerst stressandi, men minst til at ongin kemur at varnast tað lítlu detaljuna, sum tú gloymdi. Í síðsta enda er tað eitt hátíðarhald, at Gud hevur leitt tykkum saman.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?

Vit høvdu fingið Osvald OPHfoto at gjørt okkara “post-wedding shoot” í Føroyum tí hann dugir best (Nei, hetta er ikki sponsorera :) hehe).

Hvør tók myndirnar

Tveir fotografar, sum eru vinir hjá Joey. Ein tók myndir og hin tók film.

[object Object]

Hvør gjørdi hár, makeup

Í Singapore gjørdi ein vinkona hjá Joey hár og makeup, sum er brúðar-makeup artist.

Í Føroyum var hárið gjørt hjá Salong Anngerð (Systir Atla) og makeup gjørdi ein Singaporsk vinkona.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið

Vit høvdu eina 10 rætta matskrá, sum bleiv hjá í Halia @ Raffels Hotel og tað var ein blanding av vesturlendskum og asiatiskum mati.

Í Føroyum gjørdu familja og vinir nógva góðan mat til allar gestirnar hjá okkum.

[object Object]

[object Object]

Brúðarkaka

Ein kenningur hjá Joey gjørdi brúðarkakuna, sum eigur ein kakuhandil í Singapore.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]