Bloggur: Lívið er ein ferð

Hjúnaband...

Bloggur: Lívið er ein ferð
2020-02-27 19:05 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2020-02-27 19:05

Hvat hevur týdning í parlagnum?

Hvussu spennandi vilt tú hava títt parlag at vera?

Ella hvussu nógv vilt tú invistera? Hvat við at gera eina íløguætlan?

Nei, nú gerst hetta alt ov tekniskt, hugsar tú :)

Seinast tosaðu vit um illgras og hvussu vit kunnu byrja at lúka illgras út úr hjúnabandinum.

Eitt slag av illgrasi, sum kann gera um seg í hjúnabandinum er manglandi samskifti.

[object Object]

Gott samskifti hevur sera stóran týdning í parlagnum. Tað er har vit læra hvønn annan at kenna. Tá vit møttust kundu vit sita í tímar og tosa og lurta. Vit høvdu tørv á og eisini hug til at brúka tíð saman og læra meiri um hvønn annan.

Sagt verður at vit læra so leingi, sum vit liva. Ella skuldu vit heldur sagt at vit liva so leingi sum vit læra? Vit mugu vera villig til at læra, og tá liva vit heldur enn bara at yvirliva. Um lívið bert gerst ein spurningur um at yvirliva, ja so er eingin menning.

Men hvussu kunnu vit halda á at læra í hjúnabandinum? Vit mugu vera opin og jalig fyri hvør øðrum alt lívið.

Einaferð, tá ið maðurin og eg høvdu verið ósamd og eg var rættiliga ørkymlað, tá rópti eg á Gud og spurdi: Hví hevur Tú skapt okkum so ymisk?? Eg kendi sum svaraði Hann mær: “Tí Eg ynskti at skapa nakað djúpt og dýrabart, men tað krevur arbeiði og yvirgivni hvør til annan!” Og ja, hetta gevur meining, men tað krevur nakað av okkum báðum. Eru vit villig?

Um vit hyggja at illgrasi í samband við samskifti, so er tað ofta her at vit uppliva nógvar avbjóðingar. Vit eru bæði myndað av okkara uppvøkstri og kemur eingin av okkum úr júst somu umstøðum og mátum at gera tingini uppá. Tí er tað so týdningarmikið at tosa saman og vera opin og ærlig.

Ert tú von við at siga alt beint fram, í somu løtu sum tú hugsar tað? Er tín maki vanur við at hugsa tingini ígjøgnum, áðrenn hann sigur nakað um tað? Her kemur ein ørkymlan, sum skjótt kann gera um seg, um hon ikki verður viðgjørd. Um hetta illgrasið fær loyvi til at vera verandi í tykkara urtagarði, so kann ein beisk rót gera um seg og gera skaða. 

At seta orð á hvussu tit uppliva hvør annan í samskifti, hevur týdning. Verið eym um hvør annan, tit eru jú á sama liði og ikki ímóti hvør øðrum. Tit valdu hvør annan, so haldið á at velja hvør annan, eisini mitt í avbjóðingunum.

Táið tit taka eitt eymt punkt upp í parlagnum, “skjótið” tá ikki hvør annan niður, men tosið um hvussu tit persónliga uppliva tingini. Tosið í “eg” formi. T.d: “Eg verði kedd, tá ið tú....” Ikki brúka vendingar sum: “Hví kanst tú ongantíð.....” Vit vita jú at trýst elvir mót-trýst. Tá er eitt at gera og tað er at verja seg.

Táið vit gerast ill, er ikki eins lætt at vanda sær um orðini. So verið skjót at biðja um umbering, táið tit hava sagt ov nógv og hava sárað hvør annan.

Illgras kemur, men okkara ábyrgd er at fáa tað burtur so skjótt sum møguligt, so tað ikki festur røtur og ger skaða.

Við kærleikskvøðu <3

 

 

[object Object]

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stutt um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985
Eiga ein son og tríggjar døtur
Starvast saman við manninum sum leiðari í City Church