2021-04-04 21:03 Author image
Dina Jensdóttir Norðberg 2021-04-04 21:03

Brúðarparið: Dina Jensdóttir & Evald Norðberg

Eg, Dina, eri 25 ár. Eg starvist í løtuni hálva tíð sum lærari í Fuglafjarða skúla. Hina hálva tíðina umsiti eg virksemi vakurleiki.fo, har eg leggi video út um Bíbliuna, kristindóm og viðkomandi spurningar. Evald er 30 ár og siglir við tveimum partrolarum í Hvalba. Tá hann er heima, so dámar honum væl at smíða og fáast við ymiskt handaligt. Vit bæði hava kenst leingi, og systir hansara hevur verið ein av mínum bestu vinkonum yvir longri tíð.

[object Object]

Í oktober 2018 var eg í Suðuroynni til kvinnumøti og Evald bjóðaði mær til kaffi. Vit prátaðu væl og høvdu felags áhugamál: Jesus & kaffi, so tað blivu fleiri kaffimunnar, og at enda gjørdu vit av at gerast par. Vit bæði hava altíð brúkt nógva tíð saman at práta - yvir telefon, tá Evald er burtur, og andlit til andlit, tá hann er heima. Tað er nakað so fantastiskt at kunna vera bestu vinir og nú eisini hjún.

Hvussu avgjørdu tit at giftast, hvør spurdi hvønn og hvussu?

Árið eftir vit vóru blivin par, vóru vit sannførd, um at tað skuldi vera vit bæði fyri lívstíð. Nýggjársaftan fór Evald á knæ. Tað var ein ógvuliga rørandi løta, og stuttligt at sleppa at fortelja familju og vinum, at vit høvdu tikið avgerð um at giftast í apríl. 

Hvussu reageraði tú, tá Evald spurdi teg um at giftast?

Eg hevði tað í væntu, tí fyri okkum var hetta ein felagsavgerð, men bleiv ógvuliga glað og sera rørd eisini.

[object Object]

[object Object]

Vígslan & Veitslan 

Vígslan var í Nerija á Skála tann 4. apríl 2020.

Tað var ein lítil fjøld savna saman til vígsluna: foreldur og systkin, sýslumaðurin, tveir tónleikarar og fotografar og onnur myndafólk. Hóast vit vóru fá, so fylgdi ein stórur skari við umvegis netið, tá vit blivu gift. Familja, vinir, kenningar og tey sum vildu, sluppu at vera við til hesa serstøku løtu, sum vit góvu hvørt øðrum okkara ja fyri lívstíð.

Fíggjarætlan

Fíggjarætlanin var umleið 100.000 kr, ið vit høvdu fingið viðmælt. Tá var alt við: vígsla, móttøka, veitsla og brúðarhús. Vit gjørdu pyntið, innbjóðingar og tílíkt sjálvi og royndu at spara har vit kundu, og valdu at brúka meira uppá matin. - Men mongum brestir ætlan, og veitslan bleiv fyribils avlýst. Av tí brudleypið bleiv væl bíligari, so var ikki neyðugt at spara líka væl upp. Av tí, at vit orðnaðu fyri matinum sjálvi, kundu vit brúka meira pengar uppá fotografin. Eisini valdu vit bara at slappa av og taka okkum eina longri feriu, ið vardi í tveir mánaðir aftaná. Og júst hetta tíðarskeiðið minnast vit væl afturá.

[object Object]

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Tí vit høvdu einki annað væl. Eg var sera hørm um hetta dagarnar upp undir, tá eg mátti skriva til tey innbodnu at veitslan var avlýst. Men tann dagurin var nakað heilt serligt, og tá eg gekk inn at gólvinum undir liðini av pápa mínum, fyltist eg við takksemi og gleði. Í dag kunnu vit siga, at vit vildu ikki ynskt tað øðrvísi. Harrin signaði dagin á ein serligan hátt til okkum og okkara familju. Brúdleypið var so avslappað, einki stress og vit vóru heima klokkan 21, og kundu njóta dagin og hvønn annan, uttan stress, høvuðpínu og gron - sum nøkur uppliva henda dagin.

Frágreiðing um brúðardagin: 

Til vígsluna vóru bara tey nærmastu og tey, ið hjálptu til. Víglsan varð stroymd á Facebook soleiðis at øll: familja, vinir og kenningar kundu verða við til hesa serstøku løtu, sum vit góvu hvørt øðrum okkara ja fyri lívið.

Til móttøkuna nutu nærmastu familjulimirnir at eta frá blanda bomm-borðinum. Vit prátaðu saman, tóku myndir og bara nutu at vera saman. At enda tóku vit nakrar myndir úti, í kavanum. Tá vit komu inn aftur, var suppan klár, og vit guffaðu í okkum. Vit sungu nakrar sangir saman og familjulimir hildu talur. Av tí vit vóru so fá, so blivu nakrar talur til samtalur okkara millum um minnir og gamlar dagar. So stuttligt, øðrvísi og persónligt.

[object Object]

Eisini vístu tey nakrar videoheilsanir, og vit fingu eisini ein geyma við enn fleiri heilsanum, sum vit hugdu at tá vit komu heim. Eisini var ein yrktur sangur. Tað var ein so hugnalig, avslappandi løta. Eftir at vit høvdu etið omaná og sungið ein kvøldarsang fóru vit heim. Klokkan var bara 21, men vit vóru so troytt. Men tað var ikki so løgið, tí vit høvdu verið tíðliga á fótum. Eg fór upp til frisør klokkan seks og Evald fór at kokkast klokkan sjey.

Tá vit komu heim funnu vit fleiri heilsanir og brúðargávur í gongini. Eitt stórt yvirraskilsi. Eisini fingu vit fleiri gávur og heilsanir dagarnar og vikurnar aftaná. Tað kendist sum brúdleypið vardi í fleiri dagar.

Veitslan skuldi eftir ætlan vera hildin í Brekkutún 5, har vit høvdu boðið 150 gestum. Orsakað av korona, var hetta avlýst, og vit ótu ein lítlan døgurða saman í Nerija, áðrenn hvør fór til sítt, og vit søgdu farvæl. Kjøtið stokti brúðgómurin sjálvur, sós, eplir og suppu gjørdi familjan og kakan var frá Gómagott. Foreldur og systkin hjálptu til at seta alt á borðið og vit ótu eina góða máltíð saman.

[object Object]

Brúðarkjólin

Brúðarkjólin var lántur frá Brúðarlín. Tey vóru bara fantastiskt! Eg vildi ynskt at fleiri brúðrar vitjaðu tey. Eg slapp at royna fleiri kjólar, sum vóru til láns og keyps. Mamma, omma, systir mín og pápi mín vóru til staðar. Brúðarlín rúmaði okkum øllum og ymsu meiningunum. Tey dugdu so væl at hjálpa mær at finna rætta kjólan og samstundis lata mína egnu meining, sum brúður, ráða. Tey áttu eisini blondur og ymiskt á lagri, so um eg var ónøgd við onkran smálut, so var hann nemmur at fiksa. Fantasiskt at hava ein tílíkan brúðarhandil í Føroyum.

Klæðini hjá brúðgóminum

Evald átti føroysk klæði, so vit leigaðu bara vest og hosubond frá Brúðarlín.

Tað besta við degnum

Har eru so nógvar løtur, ið vit minnast afturá. Eitt nú hvussu ofta vit hugdu uppá hvønn annan, og bara virðismettu at uppliva og vera saman hendan dagin. Løtan, tá eg gekk inn eftir gólvinum var serstøk og rørandi. Løtan, tá vit søgdu ja var álvarsom. Løtan, eftir vígsluna við familjuni var gleðilig og avslappandi. Løtan, tá vit skóru brúðarkakuna. Løtan, tá vit takkaðu fyri okkum og fóru heim. Allur dagurin var fyltur við góðum løtum, og vit nutu tær allar til fulnar og høvdu ongan skund, og tað var tað allar besta.

Brúðarferðin

Vit droymdu at fara eina ferð til Bali, men fleiri góðu okkum ráðini at bíða, tí ofta er man so troyttur aftaná brúdleypið og man hevur tørv á at hvíla seg nakrar dagar. Hesi ráð tóku vit - lukkutíð - og bíløgdu onga brúðarferð. So vit høvdu brúðarferð 7 dagar á Skala og 7 dagar í húsunum í Hvalba. Tað var so deiligt og ein perfekt balansa ímillum at njóta at vera saman og vera saman við familju og vinum. Vit vóru bjóða av familju til døgurða næstan hvønn dag, so tað var sum at vera á hotel.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør

Eitt gott brúdleyp nýtist ikki at vera dýrt ella stórt. Vit vóru umleið 20 fólk. Omma gjørdu suppu, Evald gjørdu døgurðan við hjálp frá familju og desssertin var ein kaka frá Gómagott.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?

Als ikki, vit vóru so glað fyri dagin. Hóast hann ikki bleiv soleiðis sum vit høvdu ætlað, so var hann so serstakur fyri okkum. Vinfólk hugdu við á netinum og sendu heilsanir, sangir, kort og gávur til dyrnar. Nøkur komu eisini við bili at vinka til okkum uttanfyri samkomuna, har vit blivu gift. Fólk gjørdu sær ómak at gleðast saman við okkum, í frástøðu, uppá ymsar mátar. Og vit kenna okkum so signað at hava so góða familju, vinir, grannar og kenningar, ið vístu okkum hetta hjartalag. Eg minnist millum annað, at vit fingu rómabollar og eina skrivliga heilsan til dyrnar frá einum granna, tað var so fitt og persónligt.

[object Object]

Hvør tók myndirnar

Photostudio. Okkara upprunaligi fotografur, Erla Z. slapp ikki til Føroyar. Vit heittu tí á Photostudio, og tey vóru klár beinanvegin, hóast eg ringdi til tey so stutt áðrenn. Vit eru so glað fyri allar myndirnar, ið minna okkum afturá henda serstaka dagin.

[object Object]

Hár, makeup, negl osfr.

Hár gjørdi Karstin (Salong K), make-up gjørdi Emmy Ingibjørg Kass. Hóast alt var øðrvísi vegna korona, so dugdu Karstin og Emmy so væl at gera dagin heilt serstakan. Tá eg fór út av salongini kendi eg meg so forkelaða. Eg var so avslappað, glað og spent til serstaka dagin.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:

Vit høvdu ætlan um at Gutti Winther skuldi gera mat, men korona broytti alt. Vit blivu um 20 fólk og ikki 160, og tá var korona í hæddini. Men fyri at markera dagin, so gjørdi omma eina hummara suppu, vid hummarum, ið babba sjálvur hevði fangað, Evald gjørdu døgurðan við hjálp frá familju, og dessertin var heimagjørt teramisu, ið vit høvdu gjørt. Og ein lekkur brúðarkøka frá Gómagott.