2019-11-12 21:05 Author image
Brúdleyp.fo 2019-11-12 21:05

Nøvn á brúðarparinum:

Jógvan og Stephanie

Jógvan er yvurstyrimaður hjá Skansi Offshore og Stephanie arbeiðir í avgreiðsluni á politistøðini. Saman eiga vit eina dóttur uppá skjótt 3 ár sum eitur Nova. Jógvan siglur fimm vikur úti og er fimm vikur heima. Hann kom heim 10 dagar áðrenn brúdleypið. Vit komu saman í juni 2015, so hava verið saman í hálvt fimta ár. 

Vit vóru sera glað tá vit høvdu tikið avgerðina um at giftast. 

[object Object]

Dato fyri vígsluna:
28.09.2019

Gestir til veitsluna:
133

Stað fyri vígsluna:
Vit vóru vígd í Kirkjubøar kirkju. Familjan hjá Stephanie er har frá. Valdu Kirkjubøar kirkju av tí at har er so ótrúliga flott í kirkjubø. Eisini tí at kirkjan er lítil og tað er alt meira intimt, heitt og hugnaligt. 

[object Object]

Veitslan bleiv hildin:
Á Hotel Føroyum og bert fyri innbonum. 

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?
Vit valdu Hotel Føroyum, tí vit vildu sleppa frá so nógvum sum møguligt. Tað einasta vit skuldu gera har, var at pynta. so tað var væl sloppið. 

[object Object]

Fráreiðing um brúðardagin (vígsluna, móttøkuna, veitsluna osfr.):
Vit svóvu á hotellinum kvøldið fyri eisini. Vóru tíðiliga uppi, og síðani fór Jógvan avstað til ein vinmann har hann fór at vera áðrenn vígsluna. Síðani kom ein góð vinkona hjá mær niðan á hotellið at sminka mær. Aftaná fór eg til frisør, Meraki (Vivian Unadóttir), og eftir tað fór eg oman til mammu, har eg skuldi lata meg í kjólan. Eg var meega nervøs og var so illa fyri av tí sama. Men tað hvarv tíbetur tá eg fór í kjólan. Vígslan var klokkan 13, so klokkan 12:45 kom systkinabarnið eftir mær og koyrdu meg og babba til kirkjuna har vit vóru á slagnum 13. 

Kirkjan var full, haldi har stóðu nøkur fá fólk í gongini, tí tað ikki var pláss eftir. Klokkurnar fóru í gongd og so spældi svigerindan floytu saman við guitarspæli. Brúðarbørnini gingu inn og síðani eg og babba. Eg fór at gráta næstan beinavegin, og græt næstan til eg fór í song um náttina. Stephanie hevði fingið Guðrun Sólju at framføra ein sang sum eitur "Feels Like Home". Tað var ótrúliga rørandi. 

[object Object]

Eftir víglsuna bjóðaðu vit kaffi og smákøkur inni í Roykstovuni, og tað riggaði ordiliga væl. Tað er eitt so flott og søguligt stað, og vit høvdu nógvar gestir úr Danmark, og tey hildu tað var ordiliga spennandi at sleppa inn har ein túr. 

Síðani tóku vit familjumyndir í Kirkjubø, og so fóru vit avstað at taka myndir í Kirkjubø, Syðradali og Norðadali.

Síðani koyrdu vit beint á hotellið, har fólk longu vóru byrjaði at koma. Fingu sjampangu og sjokulatu og so bleiv bjóðað vælkomin. Borðhaldið fór í gongd, og tíðin fleyg avstað. Nógvar talur og sangir, og tað var fantastiskt. Vit høvdu tvey tónleika innsløg, fyrst Xperiment tí har syngur Stephanie við, og so kom Sámal Ravnsfjall um 22 tíðina og tað var barasta so gott. Um 23:30 endaði borðhaldið og so dansaðu vit føroyskan dans, og síðani brúðarvals. Tá var tíð uppá at skifta kjóla hjá mær, so vit skundaðu okkum út á taki og tóku nakrar myndir, sum blivu fantastiskar flottar. 

Chill komu og spældu til dans og teir vóru fullstendiga fantastiskir, sum altíð. Um tú spyrt meg, spæla teir best í Føroyum :) 

Fólk dansaðu og høvdu tað skeg og veitslan endaði um 4-5 tíðina. 

[object Object]

Brúðarkjólin:
Eg ætlaði fyrst at leiga hjá Brúðarlín, men so skuldi eg niður á skeið, so eg útnýttaði tað og fór at prøva kjólar, og fann mín dreymakjóla.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Hann keypti sær klædning í Danmark.

[object Object]

Tað besta við degnum:   
Løtan í kirkjuni. Tað var nakað heilt serligt. Stemningurin var so goður, heitur og romantiskur og so var tað bara prikkurin tá Guðrun Sólja sang.

Brúðarferðin:
Vit fara til Dubai nú mitt i november í eina viku. So tað verður ordiliga spennandi og lekkurt.  

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Ikki hugsa um hvat hini hugsa ella halda. Tað var tað einasta eg lovaði mær sjalvum. Sjálvt um okkurt sum fyri onkur, kann vera “cheesy”, so vildu vit gera tað allíkavæl. Tað er bara einaferð. Og annars so bara at njóta dagin. Tíðin gongur SOO skjótt. 

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Angri eitt sindur, at vit ikki høvdu ein videograf. Vit valdu tað ikki, tí vit hildu tað bleiv for nógv tí har voru tveir fotografar. Men hevði so fegin vilja hoyrt talurnar aftur. 

[object Object]

Hvør tók myndirnar:
James & Iris Photography 

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:
Vinkonan hjá mær sum rekur Cinderella Angel Exclusive Lifestyle sminkaði mær. Gjørdi hár hjá Meraki purehair by Vivian og dugnaliga Mirjam í Stjøniskotinum gjørdi mínar negl. Var soo glað fyri alt. 

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Hotel Føroyum.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Vit keyptu eina Othello køku frá Mylnuni og so høvdu vit eitt bommborð.