Innbjóðingin – persónlig, serlig og bílig

Temaið sum vit valdu .... heilt erligt .... Gunnar hevur ikki valt nakað ... Men tað ljóðar betri, meira harmoniskt, meira sum vit skulu giftast

Innbjóðingin – persónlig, serlig og bílig
2020-07-19 21:20 Author image
Kristina Dam Jarnfoss 2020-07-19 21:20

Korona broytti ikki bara heimin, men eisini okkara gestalista, sum næstan minkaði við tveimum triðingum. Upprunaliga vóru umleið 130 gestir á gestalistanum, og nú bleiv hetta talið brádliga kókað niður til 45’ish.

Og somuleiðis broyttist okkara staðseting, sum so eisini gjørdi at stílurin og sokallaða ‘temaið’ eisini mátti endurskoðast. Upprunaliga høvdu vit ætlað okkum eitt pompøst brúdleyp, við rubinlittum nuansum, høgum vasum, fjaðrum – ja, tað skuldi osa av eksklusiviteti og kongaligheit! ... pssst, eg eri royalist ... og fullveldisfólk ... Ger tað meg til eina anakronismu ella eitt paradox? Anyway ... Men sum eg nevndi í tí fyrsta blogginum, var tað jú ikki einans Korona, sum gjørdi okkara gestalista minni ... tað var eisini mítt viðbrekna – strongda – lyndi. Og tá vit nú kortini avgjørdu okkum fyri at halda brúdleyp – og møguliga ótilvitað, sóu tað sum eitt gylt høvi, til at gera minni burturúr, vegna Korona-tilmælunum – mátti eg líka nullstilla høvdið aftur.

Tí nú passaði talið av gestum brádliga inn í Roykstovuna! Í Kirkjubø! ... Og har riggar tað sku ikki at prýða við myrkaviolettum fjaðrum! Temaið, sum harafturímóti hevði verið tað mest upplagda, er tað rustikka look’ið. Men, trupulleikin er tann, at eg faktiskt ikki skoyti um tað gjøgnumførda ‘rustikka’. No offense til tykkum ið hava valt tað, ella fara at velja tað. Men tað minnir meg um country, suðurstatirnar, chickenwings og onnur amerikansk fyribrigdi, sum eg als ikki eri fjeppari av. Ókey mítt ‘no offense’ bleiv rættiliga ‘offensive’, men vit hava øll ymsan smak, og friður verið við tí! Trúgvi eisini, at ein bygdakona, sum lurtar eftir Dolly annaðhvørt leygarkvøld til langt út á náttina afturvið sínum vodka og sitrónsaft, hevði flent eftir mínum myrkaviolettu wannabe fjaðrum ... Og tað er í lagi ... Vit mugu ikki vera so fornermislig ... Vit mugu bara ikki lata poppmentanina innfiltrera heilarnar hjá okkum, so vit slett ikki hava eina funktionella intuitión longur. Vit eiga at vera trúgv í móti tí, vit halda vera vakurt og gleðisskapandi, og so lata hini um rest. Nú fór eg totalt av sporinum ...

Hvat hundan var yvirskriftin egentliga ..?

Á jú! INNBJÓÐINGAR!

Fert tú so inn á Google, Pinterest ella Instagram og leitar undir ‘wedding ideas’, verður tú rakt einari ørgrynnu av hugflogs-Tsunamium um ... ALT: Theme, On budget, Fall, Outdoor, Rustic, Winter, Beach, blablabla ... Hugskot omaná hugskot omaná hugsk ..... Og har verður ikki spart uppá nakað! So fyri tað fyrsta má mann sum hyggjari líka finna fótafesti, aftaná mann er gjøgnumskolaður av utopiskum hugflogaldum, tí tað sum eyðkennir m.a. Pinterest brúdleypini er ekslusiviteturin og tann óendaliga uppsparingin – ella tann óendaliga skuldin ... So tá mann hevur skilt tað til fullnar, og hevur tikið seg til takkar við tí, sum mann hevur ráð til, kann mann byrja at finna sær íblástur.

At byrja við kann tað kennast sum mann plagierar hini, og tað er altíð ein ófeit kensla ... tað kennir mann aftur frá roknitímunum ... Men egentliga er tað bara íblástur mann fær. Tað er eitt sindur sum at heinta blómur úr einum hava. Har eru eitt hav av møguleikum, og tú gongur runt og hyggur, og pilkar so tær burturúr sum tær dámar best, til tú at enda hevur tína heilt egnu serstaku bukett. Somuleiðis velur tú tað, sum tú identifiserar teg/tykkum mest við, og tað kann variera frá stíl til stíl. Har eru ongar lógir! Eitt anarkistiskt slaraffenland av stílartum. 

Temaið sum vit valdu .... heilt erligt .... Gunnar hevur ikki valt nakað ... Men tað ljóðar betri, meira harmoniskt, meira sum vit skulu giftast ... Tað sum eg valdi – hann hevur tó góðtikið tað, hann er so deiliga nemmur, uppá tann mátan – er grønt. Eg elski myrkagrønt, tað osar av lív, av nátturu og av reinleika. Eucalyptus og ruscus eru tey grønu elementini, sum eg ynskti at prýða við –  bílig og grøn.

Eg skrivaði til ymisk, og kannaði hvussu nógv innbjóðingar kostaðu at fáa gjørdar, og sat hvørjaferð við kensluni, at eg saktans kundi gera tað bæði bíligari og meira persónligt, so eg fylgdi mínari magakenslu og leyp útí tað.

Nú eru innbjóðingarnar farnar út, og vil tískil deila við tykkum, hvussu eg gjørdi, so tit møguliga kunnu fáa íblástur, um tit ikki vita hvat tit vilja hava.

1. stig:

At byrja við mátti innbjóðingin skrivast inn á Word. Eg fekk íblástir á alnótini til tekstin og uppsetanina inni á einari heimasíðu sum eitur ‘Vistaprint.dk’. Síðani bólkaðu vit gestirnar upp í støk og pør, so vit vistu, hvussu nógvar innbjóðingar av hvørjum vit skuldu hava: “Vit bjóða tær” og “Vit bjóða tykkum”.

[object Object]

2. stig:

Vit valdu at prenta tær út á A5 pappír, sum hevði eina hægri góðsku enn tað vanliga pappíri. Tá tað so var gjørt límaði eg bløð og blómur, sum eg hevði turkað frammanundan, niðast á innbjóngini. Ein skrá var somuleiðis gjørd, og nøkur brot úr Brúðarvísini, sum gestirnir kundu venja, var eisini lagt við. Til samans vóru tað sostatt trý pappír í brævbjálvanum.

[object Object]

3. stig:

Síðani vóru innbjóðingarnar koyrdar í brævbjálvar frá Føroyaprenti og forseglaðar við voksi og stempli frá Borg, og á brævbjálvunum vórðu nøvnini skrivaði á – til hetta hevði eg lánt verfaðir mín, sum hevur eina sera vakra hondskrift.

[object Object]

Innbjóðingin sigur nógv um, hvat mann sum gestur kann vænta sær av brúdleypinum, og tí haldi eg ikki at tað bilar, at mann sum brúðarpar brúkar sítt nærlagni og hugflog til at gera eina fullfíggjaða innbjóðing, sum umboðar dagin nokk so væl.

1) Brúðarpar merkir í hesum høpi kvinnan og so onkuntíð maðurin í ein ávísan mun.

 

----

[object Object]

Nøkur fakta

Kristina Dam Jarnfoss, 29 ár

Trúlovað við Gunnari Isfeld, 44 ár

Eiga seks børn tilsamans, ið eru ávikavist, 19, 15, 11, 8, 3 og 1 ár

Starvast sum reingerðarfólk á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum