Hvør hevur ábyrgd av míni eydnu?

Vit mugu øll taka ábyrgd sjálvi, fyri okkara eydnu, tí tað kann einki annað menniskja hava

Hvør hevur ábyrgd av míni eydnu?
2019-10-14 20:10 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2019-10-14 20:10

[object Object]

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stut um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985
Eiga ein son og tríggjar døtur
Starvast saman við manninum sum leiðari í City Church

Les 1. part her: Grasið er grønast, har tað verður vatnað

Hjúnaband

Hvør hevur ábyrgd av míni eydnu?

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvør hevur ábyrgd av tíni eydnu?

Um eg hugsi at hann, sum segði JA við altarið, er hann sum hevur ábyrgd av míni eydnu, so fari eg ikki bara skeiv, men eg leggi eitt ómenniskjaligt trýst á eitt annað menniskja.

Vit mugu vera heilt greið yvir at mín “sjálvsábyrgd” er, at eg gerist tann besta útgávan av mær og tað kann eingin annar hava ábyrgd av!.

Vit mugu øll taka ábyrgd sjálvi, fyri okkara eydnu, tí tað kann einki annað menniskja hava.

[object Object]

Myndir: OPHfoto

Táið tað er sagt, so eru vit tvey fólk í einum hjúnabandi og skulu vit eydnast sum par, og liva í trivnaði og gleði saman, ja so mugu vit bæði arbeiða vit sakini
JA allir dagar eru ikki eins. Megna vit at rúma hvør øðrum, tá dagurin hevur verið keðiligur?

Í arbeiðslívinum er tað bæði vanligt og náttúrligt at førleikamenna seg. Vit fara á skeið bæði her heima og uttanlanda, fyri at gerast betri í okkara arbeiði. Men hvussu er við parlagnum?

[object Object]

Myndir: OPHfoto

Um tú tosar um at fara á par-skeið, verður tað fatað, sum at har er okkurt galið? Ella kennist tað eyðmýkjandi at siga at vit fara á seminar um parlagið?
Latið okkum gera tað til eina dygd at invistera í tað, sum vit raðfesta, nemliga parlagið. Ikki bara seminar og skeið, men eisini fara tvey-einig í vikuskifti, har vit siga hvør øðrum, við okkara handlingum, at tú hevur týdning fyri meg, Eg raðfesti Teg!

Bíblian lærir okkum og tað veit ein og hvør bóndi eisini, at tað tú sáar, skalt tú heysta.

Hvar ynski eg at mennast? Hvar ynski eg at síggja vøkstur? Tín og mín hjúnarstøða, er ikki bara nakað at seta kross við á einum dokumenti, men eitt aktivt lív saman við honum/henni, sum tú valdi at liva saman við gjøgnum lívið. Er tað ikki vert at invistera í?

Við kærleikskvøðu <3