Hjálpartól - Byrjan til stóra dagin

Byrjan til stóra dagin

Áðrenn tann stóra dagin eru sum oftast mangar avgerðir, ið skulu takast. Tí hava vit gjørt hesa “hjálpitólar-síðu”, ið kann vera við til at hjálpa tykkum at fáa tykkara dreymabrúdleyp. Hættirnir at fyrireika eitt brúdleyp eru sera ymiskir, somuleiðis sum vit menniskju øll eru ymisk. Summi ynskja sær eitt stórt “hollywood” brúdleyp, har onnur ikki seta líka høg krøv til tann stóra dagin. Hóast krøvini og ynskini til tykkara stóra dag eru ymisk, so er altíð gott at vera væl fyrireikaði. Vónandi kann hendan síðan hjálpa tykkum við júst tí.

Síðan verður dagførd so líðandi…

Minnis-Listi

Avgerðin er endiliga tikin og tit eru spent til stóra dagin fyri framman. Men so er spurningurin: Hvar skal ein byrja? Hvussu fyrireikar ein eitt brúdleyp?

Les meira her

Hvussu nógv kostar okkara brúdleyp?

Áðrenn tit byrja at bjóða inn til brúdleyp, er tað altíð eitt gott hugskot at gera eitt yvirlit yvir allar útreiðslurnar, so tit kunnu síggja, hvussu nógv tykkara brúdleyp kostar, hvar tit møguliga verða noydd ella hava hug at spara, og hvat tit hava hug at raðfesta høgt.

Les meira her

 

Ynskilistin

Tann størsta gávan frá gestunum í veitsluni er sjálvandi hjáveran, men skal ein vera heilt erligur, er tað sjálvandi eisini rættiliga stuttligt at fáa eina góða brúðargávu.

Les meira her

 

Brúðarveitarar?

Tað kann verða torført at finna fram til allar teir ymisku brúðarveitarinar. Tí hevur Brúðarportalurin samlað saman eitt stórt yvirlit, av øllum teimum bestu føroysku brúðarveitarinum.

Sí meira her


Sangir til tykkara brúdleyp

Vit hava her samlað nakrar av teimum mest umtøktu felagssongunum, sum tit kunnu brúka til tykkara brúdleyp. Teir eru bæði á føroyskum, donskum og enskum.

Savni er ávegis...

 

Innbjóðingar, borðkort & takkarkort

Tað eru ymiskar heimasíður har til ber at gera innbjóðingar, borðkort & takkarkort. Hetta er nakað bíligari enn at fáa onnur gera tað fyri tykkum, men krevur so at tit sjálvi brúka tíð uppá at gera tey. Photobox er ein góð síða til hetta endamáli. Um tit ikki tíma at gera hetta sjálvi, so ber eisini til at brúka okkara veitarayvirlit.

 

Góðar app’ir til brúdleyp

Pinterest

Á Pinterest hevur tú møguleika at gera tær ymiskar “uppslags-talvur”, har tú kanst goyma inspiratiónsmyndir til t.d. brúðarkjóla, brúdleypstema/stíl, brúðarmakeup, brúðarmyndir tit ynskja at taka og nógv, nógv annað. Fæst sum app til telefon/teldil og eisini sum heimasíða á tínari teldu.
www.pinterest.com

Big Day App

Hendan app’in er góð, tí hon er ikki bert ein niðurteljingar-app, men eisini ein app, har til ber at seta ymisk dato inn fyri nær ymiskt skal gerast. App’in inniheldur bæði eitt yvirlit og ein kalendara við lítlum hjørtum á teimum týdningarmiklu døgunum. Hóskar sera væl at brúka saman við okkara “minnis-lista”, sum vit hava sett upp og kann síggjast her.

Big Day Lite – Event

Við hesari app, kanst tú telja niður til tykkara brúdleypsdag. Tú velur eitt heiti og mynd, sum hóskar til, og so er bert eftir at gleða seg og telja niður. Fæst sum app til telefon/teldil.
www.bigdayapp.com

 

Brúðarportalurin eisini á Facebook

Brúðarportalurin er eisini virkin á Facebook. Tað merkir at tit eisini kunnu finna ymiskt innan Føroyska brúðarheimin har. Somuleiðis koma vit eisini at luta burt vinningar, so tað er ikki at halda seg aftur!

Brúðarportalurin á Facebook

 

Brúðarportalurin eisini á Instagram

Brúðarportalurin er eisini at finn á Instagram. Vælkomin at hashtagga #brudleypfo tá tit deila myndir av tykkara brúðardegi. So ber til at finna íbástur og annað gjøgnum okkara #hashtag

Brúðarportalurin á Instagram