Bloggur: Hann gjørdi tað fyri mína skyld - tað er kærleiki

Hvussu sær kærleiki út? Hevur tað lit, ljóð, anga? Tað er ikki nakað tú kanst taka og føla uppá, ella síggja við eygunum

Bloggur: Hann gjørdi tað fyri mína skyld - tað er kærleiki
2019-11-25 20:05 Author image
Joy Ann Simonsen 2019-11-25 20:05

Kærleiki er eitt løgið ting, hvussu sær kærleiki út? Hevur tað lit, ljóð, anga? Tað er ikki nakað tú kanst taka og føla uppá, ella síggja við eygunum. Tað eru fleiri sløg av kærleika, kærleiki til makan, kærleiki til børnini, til vinir, til kelidjór osfr.

Onkur granskari hevur sagt, at tú kanst máta kærleika. HA? Seriøst? Jú altso vit siga oftast at vit kenna kærleikan í hjartanum, men í veruleikanum er kærleikin tann reina kemi, ið gongur fyri seg í heilanum. Stutt og greitt er forelskilsi tað, at heilin frigevur oxytocin og dopamin í tað neuralu ringrásina, oxytocin verður eisini kallað kærleikshormonið. Uha, nei hatta er alt ov tekniskt fyri meg.

[object Object]

Sum smágentur flest, dámdi mær væl at hoyra ævintýr um prinsessur og prinsar, og um hvussu tey skuldi so forferduliga nógv ígjøgnum, áðrenn tey endiliga fingu hvønn annan. Og so endaði tað við “... and they lived happily ever after”

Eg droymdi um at finna mín prins, og fantaseraði um eitt romantist brudleyp har eg var prinsessan, eg ímyndaði mær, hvussu nógv børn vit skuldu hava, fann enntá nøvn til tey. Eg fantaseraði um hús og heim, og sá fyri mær, hvussu eg vildi innrætta. Eg droymdi um mítt egna lítla ævintýr.

20 ára gomul, møtti eg manni mínum, á møti í Kristnastovu í Keypmannahavn. Hann fylgdist við einum vinmanni, sum eg kendi frá fyrr, so eg fór beint og prátaði við hann, og vit vóru nøkur, sum fóru í býin tað kvøldið. Vit prátaðu og hugnaðu okkum, men tað gekk nakrar mánaðair áðrenn vit komu saman. Tað var sum okkurt bara fall í hakk. Eg var avslappað og føldi meg væl saman við honum. Teir fyrstu mánaðarnar visti eingin um at vit vóru saman, men ein dagin, eg var og vitjaði hann, kom systir hansara forbí, og so vóru vit avsløraði.

Nú byrjaði okkara ævintýr. Eitt ár eftir at vit møttust tóku vit ring uppá á okkara yndis matstovu í Keypmannahavn, og blivu gift í 1991. Eftir brudleypið byrjaði dagligdagurin, og her er tað at eg vil siga, at kærleikin vísir seg.

Eg sigi ikki, at man gongur runt á einum ljósareyðum skýggi alla tíðina, men tað eru tey smáu tingini í dagligdegnum, sum at hann tekur í hondina á mær meðan vit koyra bil, leggur armin um meg, tá ið vit eru úti. Hetta ger enn tann dagin í dag, at eg fái summarfuglar í búkin, og hjartað “boblar”. Jú, tað eru dagar, har vit ikki eru samd um alt, dagar har vit ikki hava so nógva kontakt, tí dagligdagurin krevur sítt, men besta tíðspunkt á degnum fyri meg er, tá eg kann leggja meg og balla meg inn at honum, og føla hansara armar um meg.. Hann fær meg at føla meg elskaðan.

Um man elskar ein, so ger man ting fyri tey, sjálvt um tað ikki altíð er nakað tú hevur allarbestan hug til. Eitt dømi var í summar, tá ið vit skuldu til USA, har eg skuldi hitta míni systkin fyri fyrstu ferð. Maður mín er ikki glaður fyri at flúgva, men vit fóru so.

Tá ið vit komu til New York, fingu vit boð um, at svigerfar var deyður, og vit settu alt í sving, so maður mín kundi koma heim til jarðarferðina. Vit onnur vóru verandi í USA, so eg kundi møta mínari familju og feira mín 50 ára føðingardag har. Eg hugsaði, at hann bleiv verandi heima, og var glað at hann var komin fram í øllum góðum, og royndi at njóta restina av tíðini haryviri saman við børninum og mínari familju har.

Dagin fyri føðingardagin, royna børnini at halda meg vaknan. Vit hugdu eftir einum filmi, men eg sovnaði, og fór so í song. Klokkan eitt um náttina vakni eg av at tey singja “tillukku til tín”. Tað er nokso myrkt inni á kamarinum, og eg hyggi upp og síggi sonin, døtrarnar, svigersonin og....... sonin aftur?????? Tað ganga nøkur sekund áðrenn tað gongur upp fyri mær, at hatta er maðurin, ið er komin allan vegin aftur til USA, sjálvt um houm ikki dámar at flúgva. Hetta gjørdi hann fyri mína skyld.... Tað er kærleiki.

Myndir: OPHfoto

 

[object Object]

Joy Ann Simonsen

Stutt lýsing um Joy: Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu, saman við manninum og trimum vaksnum børnum sum eru 25, 21 og 15. Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.