Grasið er grønast, har tað verður vatnað!

Vit øll koma inn í henda heim, sjálvsøkin. Tað, sum liggur fremst er EG! Og fyri okkum øll, kann parlagið vera ein mega avbjóðing, av tí at tað snýr seg ikki bara um meg longur, men um OKKUM

Grasið er grønast, har tað verður vatnað!
2019-09-09 19:59 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2019-09-09 19:59

Hjúnaband.....

Grasið er grønast, har tað verður vatnað!

Tað kann mangan tykjast, sum at hini hava tað betur enn vit. Ella, sum at makin hjá teimum er lættari at liva saman við enn mín.

Vit øll koma inn í henda heim, sjálvsøkin. Tað, sum liggur fremst er EG! Og fyri okkum øll, kann parlagið vera ein mega avbjóðing, av tí at tað snýr seg ikki bara um meg longur, men um OKKUM. Tað vísir seg at flestu pør hava líknandi avbjóðingar, men er tað avgerandi hvussu vit takla hesar. Ofta siga vit, at grasið sær grønara út hinumegin, men sannleikin er at grasið er grønast, har tað verður vatnað.

[object Object]

Mynd: Pinterest

Táið vit gera okkum ómak av at “vatna” okkara hjúnaband, t.v.s at vit fylla á við tí, sum ger dámin heima betri, koma við tí góða, hjálpa hvør øðrum, rósa hvør øðrum og fyrigeva, so gerst okkara “urtagarður” vakur, so blómar og grør hann.

Vit vita at illgras kemur, tí tað er partur av treytinum við einum urtagarði. Hetta illgrasið kann t.d. vera misskiljingar, ørkymlanir, ymsikar meiningar, øði og beiskleiki. Men um vit seta okkum fyri at lúka illgrasið, so skjótt, sum tað stingur seg upp, so er møguligt framhaldandi at halda urtagarðin vakran.

Um vit lata illgrasið vaksa seg stórt, so tað byrjar at køva tann góða vøksturin, so krevst meiri arbeiði og tíð, fyri at fáa tað beint av vegnum. Tá kann tað vera gott at søkja sær ráð og fáa hjálp til at koma víðari, sum par. Latið okkum ikki ræðast at biðja um hjálp. Vit eru øll í sama báti. Tað eru tíðir, har vit ikki makta avbjóðingarnar sjálvi og ikki duga at síggja vegin út úr tí køvandi vevinum. Tá er gott at fáa onnur eygu inn, at hyggja at støðuni og at vegleiða okkum í urtagarðsrøkt :) 

So er bara at lata seg í arbeiðshandskarnar og byrja at lúka og at vatna

[object Object]

Myndir: OPHfoto

 

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stut um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985.
Eiga ein son og tríggjar døtur. Starvast saman við manninum, sum leiðari í City Church.

[object Object]