2020-04-15 21:05 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2020-04-15 21:05

Ger tað øvugta av tí, tú hevur hug til beint tá, er millum eitt ráð til hjúnabandi í hesum truplu tíðum við korona.

Niðanfyri er listi við ellivu góðum ráðum:

1.

Setið tíð av til at tosa saman og at lurta 

2.

Biðið saman, tað ger undur  

3.

Góðtak at makin og tú eru ikki fullkomin. Eisini er tað gott at lata smærri mistøk og smálutir fara fram við borðinum. Tú kanst ikki broyta tín maka, men tú kanst broyta tín egna hugburð 

4.

Gerið ting saman, so sum at ganga túr 

5.

Klemmist í minst 5 min. (og ikki bara eitt longri klemm enn tit plaga, men tak gjarna tíð við telefonini) :) Eitt so langt klemm opnar upp fyri nøkrum sum eitt vanligt "i forbifarten"-klemm ikki opnar upp fyri ;)

6.

Loyvið hvør øðrum eitt “frírúm”. Tað kann vera, at bæði hava 1 tíma um vikuna ella 15 min um dagin fyri seg sjálvan, har man kann fara út, koyra ein biltúr, lesa eina bók ella annað.

7.

Hyggið eftir filminum “Fireproof”, sum er mega gevandi. At gera okkurt gott, tá hin ikki hevur uppiborið tað. 

8.

Sig orsaka! Tak ábyrgd og eyðmýk teg.. Fyrigev og tosa greitt og skilligt, ikki í kodum. 

9.

Rómbrævið 12:10 b
Kappist um at vísa hvør øðrum heiður

10.

Hygg upp og útum teg sjálva. Royn og hugsa: Hvat gott kann eg gera fyri makan, okkurt sum honum dámar. Tosa, men ikki ov nógv, tađ orka mannfólk ikki.

11.

Mussa makan, tá tú hevði havt hug at skelda hann - ger tað øvugta av tí, tú hevur hug til beint tá.

 

----

[object Object]

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stutt um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985
Eiga ein son og tríggjar døtur

Starvast saman við manninum sum leiðari í City Church