2019-09-23 20:05 Author image
Brúdleyp 2019-09-23 20:05

Eg eri eitt rættuliga avslappað menniskja og taki ikki ting so tungt. Hetta var eisini galdandi, tá ið vit giftust fyri 28 árum síðani, men eg hevði tó eins og flest aðrar gentur droymt um at vera prinsessa í ein dag, og vera ein vøkur brúður. Hóast eg droymdi hetta, sá eg ongar trupulleikar í hársetan, makeup og alt, ið hartil hoyrir. Eg bað svigerinduna um at gera mær hárið og leggja makeup. Grundaði ikki so nógv yvir, hvussu alt skuldi síggja út, tað finna vit útav, tá vit koma hartil.

Kjólan fann eg í einum handli, beint yvirav har eg arbeiddi. Eg kom inn, hugdi eftir onkrum av kjólinum, ið hingu har, og mitt í handlinum, á einum stativi, hekk kjólin..... hann var akkurát sum eg hevði ímynda mær. Ja, faktisk hevði eg nøkur ár  frammanundan, teknað, hvussu eg vildi hann skuldi síggja út, og hann var so gott sum akkurát líka. Nú kemur so tað allar besta. Hann var niðursettur til hálvan prís, tí hann var úr kollektiónini árið fyri. Eg smekkaði til, og gjørdi eina avtalu um at gjalda hann so við og við. Hetta var umleið 10 mánaðir áðrenn brúdleypið, og eg sigi ongum frá hesum kjólanum.

[object Object]

Árið var 1991, og tað vísti seg, at meginpartin av okkara vinfólkum gjørdu av, at giftast hetta sama árið, so tit kunnu ætla, at samtalurnar gingu um kjólar, hár, makeup, slankikurar, ein var so nervøs, at hon bleiv við at tapa seg fram til at brúdleypið skuldi vera, so kjólin mátti seymast inn fleiri ferðir.

Eg var í somu støðu sum tær, men kendi meg slett ikki aftur í øllum hesum. Kjólin var uppá pláss, hár og makeup...... tað finna vit útav, høli hevði eg enntá bókað næstan eitt hálvt ár frammanundan, men her kiksaði. Tá ið eg ringdi, 3 mánaðar áðrenn brúdleypið, fyri at fáa váttað, at hølið var okkara, tann 28. desember 1991, svaraði daman: Nú er tað so, at systursonur teirra, ið eiga hølið skal giftast tann 28. desember, so tey hava játta honum hølið. Øði kom í meg. “Eg hevði jú bílagt hølið fleiri mánaðar frammanundan, og fingið játtað, at tað var tøkt” “Jamen hann er familja” var svarið. Hatta havi eg slett ikki sinnalag til, so eg setti alt í sving, og fekk broytt okkara brúdleypsdag til 27. desember. Dagin áðrenn hitt parið.

Harfrá gekk alt sum smurt. Høli – check, matur – check, býráðshøli – check, løgreglumaður til at víða okkum, vitnir, klæðir, o.s.fr – check. Sjálvt sangir vóru prentaðir, og maður mín helt tí fittastu taluna.

[object Object]

Her má eg so líka nevna fotografin.... Eg síggi hann tá ið pausa er í borðhaldinum, og spyrji, hvussu gongur við at filma og taka myndir: “Jú jú , heilt ok, men tað kiksaði líka tá ið hann skuldi skifta film” “Tað er í ordan, bara Magnasa tala er við” og so var tøgn..........

Magni sjálvur var glaður við, at hansara tala ikki var komin uppá film, men eg má viðganga, at tað gav eitt lítið prik í hjartað, at eg ikki fekk tað við.

Vit blivu so gift, og nakrar dagar seinni sigur onkur við mammu mína: “Tað var gott at tey vóru áðrenn hit parið, tí hin brúðurin var í akkurát líka kjóla sum Joy” Hi hi, eg var fyrst. Ein brúður ynskir jú at vera serstøk.

[object Object]

Harið og makeup, hevði svigerinda mín gjørt til UG, eingin frisør ella kosmetologur kundi gjørt meg betri nøgdan. Nervar hevði eg ongar (so nei eg hevði ikki tapt meg, heldur hin vegin) Brúdleypið var, um tú spyr meg sera væleydnað, vit hava í ár verið gift í 28 ár, og eg elski handan mannin meir enn nakrantíð, vis tað ikki er væleydnað, so veit eg ikki, hvat er.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Joy Ann Simonsen

Stutt lýsing um Joy: Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu, saman við manninum og trimum vaksnum børnum sum eru 25, 21 og 15. Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.