2019-08-02 18:33 Author image
Brudleyp 2019-08-02 18:33

Størv og stutt lýsing um parið:
Mary: 21 ár, býr í Saltangará. Til dagligt er hon nógv inni í samkomuni, Kelduni í Skálabotni, har hon hevur ymiskar tænastur, m.a. ungdómsleiðari og gentubólkaleiðari. Eisini dámar henni sera væl at taka myndir.

Fríði: 23 ár, er úr Klaksvík, men býr í løtuni í Havn. Hann lesur til maskinmeistara á Vinnuháskúlanum í Havn. Til dagligt spælur hann fótbólt og arbeiðir eisini. Eisini er hann nógv í KFUM í Klaksvík, har hann er ungdómsleiðari.

Mary og Fríði hava verið par í næstan 5 ár.

Dato fyri fríggingina:
Leygardagin 28. januar 2017.

Stað fyri fríggingina:
Uppi á Kjøli í Klaksvík.

Myndir:
Eydbii Myndir

Mary greiðir frá

Ein frágreiðing av fríggingini:
Tað byrjaði við, at Fríði segði, at vit skuldu norð, tí omman og abbin hjá honum høvdu bjóða okkum til døgurða kl 13. Vit fóru síðani til Klaksvíkar og vóru har uml. kl. 13.

Tá vit koyra í Klaksvík, síggja vit tyrluna flúgva uppi yvir okkum, og so sigur Fríði: ”Ááá, annars hevur tyrlan bjargingarvenjing í dag” og koyrir síðani niðan til tyrlupallin. Og hetta er SERA líkt honum. Bátar, tyrlur og ALT við motori hevur hansara fullu uppmerksemi, so eg hugsaði ikki nakað um hetta.

Síðani fóru vit úr bilinum. Fríði var eitt sindur áðrenn eg, har hann so segði, at hann hevði spurt ein mann, um vit kundu sleppa við ein túr. Hetta er eisini sera líkt Fríða (SERA spontanur), og eg hugsaði bara: ”Oh dear, tú ert kiksaður”.

Síðani segði ein maður har: ”Ja, annars er Eydbii og tekur myndir fyri Ziska” (bjargingarbáturin í Klaksvík).

Vit fóru so í tyrluna, flugu niðan á Kjøl og hoppaðu úr tyrluni, har teir, Fríði og Eydbii, fóru rennandi frammanfyri meg á fjallinum. Eg rann bara aftaná, men tá byrjaðu teir at ganga ímóti mær aftur. Eg steðgaði á, tí har var so sera flott. Eg tók eitt snapchat, og tá eg vendi mær við, lá Fríði á knæ. Eg fataði tað als ikki beinanveg, og var leingi um at fata, at hann í roynd og veru spurdi meg. Tað einasta eg hoyrdi, var: ”Mary, vilt tú giftast við mær?”
Eg var heilt frá mær sjálvari. Eg segði so sjálvandi ja, at tað vildi eg.

“Eg steðgaði á, tí har var so sera flott. Eg tók eitt snapchat, og tá eg vendi mær við, lá Fríði á knæ.” - Mary

[object Object]

Fríði hevði fyrireika fríggingina í eina tíð:
Nokk so langt áðrenn hevði Fríði keypt ringin og spurt míni foreldur, og sjálvandi eisini ommu mína, um hann kundi sleppa at giftast við mær. Síðani hevði hann eisini tosað við teir, ið flúgva tyrluna og Eydbii Myndir um at takað myndir av fríggingini og løtuni.
Fríði hevði hugsað um tað leingi, og fyrireika í høvdinum, hvussu tað skuldi vera, men alt bleiv endaliga lagt til rættis uml. 1-2 vikur áðrenn.

Hevði als ongan illgruna:
So løgið sum tað ljóðar, hevði eg faktist ongan illgruna um hetta, og av tí, at Fríði ofta er júst soleiðis sum hann var hesa løtuna, so hugsaði eg ikki tankan, at hann fór at spyrja júst tá. Men um vit høvdu verið ov leingi í tyrluni ella á fjallinum, so hevði eg møguliga havt eina hóming av tí.

Eitt gott ráð til onnur, ið ætla at fríggja til sín maka:
Vit halda, at tað er sera umráðandi, at tann, ið fríggjar, veit, hvussu makin vil hava tað, tí tað eru møguliga ikki øll, sum vilja hava tað so “ógvusligt”, ímeðan summi vilja. Tí er tað týdningarmiklasta bara at spyrja uppá júst tann mátan, sum passar best til sín maka.

Spurdur um, hví hann valdi júst hetta slag av frígging, sigur Fríði:
”Eg vildi náa dreymarnar hjá Mary, tí eg visti, at hon vildi hava, at tað skuldi vera ordiligt.”

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]