2019-11-28 20:44 Author image
Brúdleyp 2019-11-28 20:44

Nøvn á brúðarparinum:
Anna á Hædd Stampe og Beinur Heðinsson Stampe

Størv og stutt lýsing um tykkum: 
Anna er 29 ár, uppvaksin í Hoyvík, og er námsfrøði lesandi. Beinur er 35 ár, uppvaksin í Klaksvík, er sjómaður og timburmaður.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?:
Beinur var so fittur at fara niður á knæð. Fyrst spurdi hann pápa Onnu um loyvi. Nokkso fitt.

Hvussu reageraði tann, sum bleiv spurdur, tá hin parturin spurdi teg um at giftast?
Anna fekk eitt sjokk, men ivast ongantíð í, at hon vildi hava Beinur til mann.

[object Object]

Dato fyri vígsluna:
13.07.19

Gestir til veitsluna:
125

Stað fyri vígsluna:
Hoyvíkar Kirkju

Veitslan bleiv hildin:
B36 húsinum

Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús ella vælkomst við tilmelding?
Veitslan var fyri innbodnum

Fíggjarætlan:
Vit høvdu onga ordiliga fíggjarætlan

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?:
Vit ynsktu bæði at giftast í kirkju, og ynsktu bæði at hava eitt borðhald, har vit kundu savna okkara familju og vinir á einum stað, til eina stuttliga, rørandi og hugnaliga veitslu, so tað var lætt nokk at velja hetta slag av brúdleypið.

[object Object]

Brúðardagurin
Vit svóvu bæði hvør sær náttina fyri. Síðani gjørdu vit okkum klár hjá frisøri og heima áðrenn vígsluna, har fotograftur fylgdi okkum. Vígslan var klokkan 12 í Hoyvíkar kirkju. Vit høvdu bílagt eitt ellisakfar til dagin, so hesin bilurin heintaði Onnu og pápa hennara og koyrdu tey til kirkjuna.

Vit høvdu eina hugnaliga og rørandi løtu í Hoyvíkar kirkju, har vit søgdu hvørjum øðrum "Ja". Eftir vígsluna koyrdu vit oman í Magn at keypa okkum franskan hotdog (uttan dressing sjálvandi, vit passaðu uppá klæðini. Hehehe). Síðani tóku vit myndir í Hoyvík, við Leynavatn og í Leynum. At enda tóku vit myndir á Oyggjavegnum, á veg til Havnar aftur.

[object Object]

Síðani var ein lítil steðgur til veitslan byrjaði. Til veitsluna, sum byrjaði klokkan 18, komu gestirnir so við og við. Vit sótu til borðs umleið 18:45. Góður matur, góðar og rørandi talur, tónleikainnsløg frá brúðgóminum til brúðrina, og frá brúðrini til brúðgómin, eitt innslag við Jens Marna Hansen, og eitt innslag við Jóhonnu Norðberg Niclasen.

Borðhaldið endaði klokkan 23, síðani var kakuborð, og vit skóru brúðarkøkuna. Eftir brúðarkøkuna var brúðarvalsur. Tá ið brúðarvalsurin var liðugur, stóðu "Hitmen" klárir at spæla fyri øllum gestunum. Alt í alt var kvøldið sera væl eydnað.

[object Object]

Brúðarkjólin:
Anna keypti brúðarkjólan frá Brúðarlín. Og leigaði blonditopp, slør og undirskjúrt eisini frá Brúðarlín.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Beinur leigaði hvítan føroyskan vest, hvítar hosur og hosubond frá Ruth Hansen í Fuglafirði, annars restin hansari egni føroyski búni.

Tað besta við degnum:   
Uha.... Ilt at siga hvat var best. Dagurin var perfektur allur sum hann var. Men tað besta var sjálvandi, at vit blivu hjún.

Brúðarferðin:
Vit hava valt at ikki fara brúðarferð akkurát nú, tað verður møguliga seinni.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Gerið so nógv klárt frammanundan sum møguligt. Vit høvdu í góðari tíð prenta sangheftir, gjørt borðkort, leggja borðklútar saman og orðna borðprýði. Hetta gjørdi eisini, at tað ikki var líka stressandi vikuna áðrenn brúdleypið.

[object Object]

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Vit høvdu ikki gjørt nakað øðrvísi.

Hvør tók myndirnar:
OPHfoto tók myndirnar. Vit eru sera væl nøgd við allar myndirnar. Tey fingu okkum at føla okkum væl undir myndatøkuni, og vegleiddu okkum allanvegin.

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:
Annika Poulsen úr RÁH gjørdi hárið. Rannvá Langgaard frá Derma legði makeup. Vár Rógvadóttir frá Ró – vakurleiki gjørdi neglirnar.

[object Object]

[object Object]

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Gundur Fossdal gjørdi fantastiska lekkran mat.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Gudny’sa køkur gjørdi eina lekkra brúðarkøku.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]