2019-08-27 19:55 Author image
Brúdleyp 2019-08-27 19:55

Nøvn á brúðarparinum:
Joanna Færø & Grímur Rasmussen

Joanna er tannlæknahjálpari á Tannstovan í Hvalvík. Hon er fødd í Aberdeen, flutti til Tórshavn sum 9 ár. Grímur er maskinmeistari, arbeiður á KSS. Føddur og uppvaksin í Klaksvík.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?: 
Grímur spurdi. Hann Fór á knæ á eini brúgv, úti í Grøv, í Klaksvík. 

Hvussu reageraði tann, sum bleiv spurdur, tá hin parturin spurdi teg um at giftast?: 
Eg bleiv yviraskað, sjálvt um eg gitti, at tað fór at henda nú.

[object Object]

Dato fyri vígsluna:
06.10.18

Tal á gestum til veitsluna:
160

Staðfyri vígsluna:
Ebenezer

Veitslan bleiv hildin:
Á Hotel Føroyum

Var tað veitsla fyri innbodnum, opiðhús ella vælkomst við tilmelding?: 
Fyri innbodnum.

Fíggjarætlan:
Byrjaði við 150.000 kr, men sóðu at hetta helt ikki um vit skuldu hava tað vit vildu.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?:
Tá man bara giftist einaferð, valdu vit at hava eina stóra veitslu fyri okkara nærmastu. Tað vit kenna best til er borðhald, og tað riggaði eisini ótrúliga væl.

 

[object Object]

Fráreiðing um brúðardagin (vígsluna, móttøkuna, veitsluna osfr.):
Vígslan byraði kl. 12 í Ebenezer, har móttøka var aftaná. Síðani fóru vit at taka brúðarmyndir og kl. 18 byrjaði veitslan (borðhald) á Hotel Føroyum.

Brúðarkjólin:
Eg, mamma, babba og Grímur fóru til Edinburgh at finna kjólan. (nei, Grímur sá hann ikki áðrenn brúðardegnum)

Brúðarkjólin varð keyptur í handlinum Gwenne wedding services. Kjólin er av merkininum Sophia Tolli.

[object Object]

[object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum:
Klædningurin var keyptur í J.A.P, Klaksvík. 

Tað besta við degnum:  
Tað allarbesta er sjálvsagt, at vit blivu hjún henda dagin. Men borðhaldið við okkara nærmastu, talurnar og framførsðlunar var heilt serstakt.

[object Object]

Brúðarferðin:
Vit fóru til Maldivirnar í 2 vikur. Hetta var eitt sera lekkurt stað at vera á brúðarferð. Tá vit vóru har fingu vit viðmælt frá einum av gestunum, sum hevði ferðast nógv, at man skuldi heldur farið til Bora Bora, tí har er líka lekkurt sum Maldivurnar, men tað er bíligari at vera har.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Byrja at planleggja beinanvegin. Har er eingin grund at bíða, sjálvt um onnur siga við teg, at tú byrjar alt ov tíðiliga. Eg byrjaði sjálv 10 mánaðir áðrenn at planleggja, men steðgaði tí eg fekk at vita frá nógvum at eg byrjaði at for tíðiliga. So aftaná eg hevði bílagt øll tey "stóru" tingini s.s vígslustað, veitsluhøli o.a. bíðaði eg við at planleggja rest til uml. 6 mðr. áðrenn brudleypi og eg náddi ikki at gera alt, sum eg ynskti at fáa við.


[object Object]

[object Object]

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Nei. Dagurin var heilt ótrúligur, og um har eru ting, sum ikki gingu sum ætla, hevur hetta bara veri við til at gera dagin enn meir serligan.

Hvør tók myndirnar:
OPHfoto tók myndirnar hjá okkum. Tey vóru sera dugnalig og proffesionell á degnum. Til vígsluna hugsaðu vit slett ikki um at tey gingu har, tí tey dugdi so væl at gera tað "friðaligt". Meðan vit tóku myndirnar fingu vit rós allan vegin ígjøgnum, sum gjørdi at vit føldi okkum ordiliga tryggan og væl framman fyri kameraðinum, sjálv um vit bæði eru eitt sindur smæðin innan hesum.
Sí OPHfoto á veitarayvirlitinum

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:
Hjá mær gjørdi Barbara Chaparro bæði hár og sminkan. Eg var sera væl nøgd og kann gott viðmæla hana til aðrar brúðrar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Av tí at veistlan var í Hotel Føroyum, gjørdi tey matin.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Jórun Skorheim gjørdi brúðarkakuna hjá okkum. Hon hevur eina facebook síðu, sum eitur "køkur". Men sum eg skilji álagnum er hon fyribils givin við at baka.