2020-01-31 19:35 Author image
Brúdleyp 2020-01-31 19:35

Fróði Hammer & Anja Skýlindal Hammer

Fróði er 28 ár, útlærdur elektrikari og maskinmeistari. Anja, 32 ár, útlærd tænari, arbeiðir sum køkskona á Dagstovninum Kura í Kollafirði, men er í løtuni í barsil. Bæði eru uppvaksin í Kollafirði.

[object Object]

Fróði & Anja greiða frá:

Tað at giftast var planurin beinavegin, eg hevði í hvussu er ikki áhuga at bara ganga saman, um endamálið ikki varð, at tað bleiv vit bæði altíð. Vit tosaðu um forskellig ting beinanvegin. Sjálvandi kann tað enda øðrvísi enn man hevði ætlað, men tað gjørdi tað tíbetur ikki hjá okkum.

Eg (Anja) skuldi niður í skúla í nakrar vikur, og tí valdu vit at taka 2 vikur feriu áðrenn. Hetta valdu vit fyri at vitja mostur Fróða, sum tá búði í Danmark. Fróði hevði keypt ring áðrenn vit fóru niður og eg haldi at planurin hjá honum var at geva mær hann í Danmark. MEN 2 dagar áðrenn vit fóru, gav hann mær eskjuna við ringinum, og áðrenn hann fekk tíð til at siga ella spyrja nakað, leyp eg um hálsin á honum. Hann tók tað so sum eitt JA. Hann spurdi um hann kundi koyra ringin á fingurin hjá mær.

[object Object]

Dato fyri vígsluna: 

5 juni 2011

Gestir til veitsluna: 

Áleið 90 gestir

Vígsla & veitsla

Vígslan bleiv hildin í Vesturkirkjuni.

Veitslan bleiv hildin fyri innbodnum á Hotel Føroyum, síðani opið hús í Missiónshúsinum í Kollafirði.

Vit bjóðaðu teimum allar nærmastu á Hotel Føroyar, til eina 3 rættar menu. Beint aftaná vígsluna, har komu umleið 90 gestir. Síðan var opið hús í Missiónshúsinum í Kollafirði, til smurt breyð og kakuborð, har komu umleið 300 fólk.

[object Object]

[object Object]

Fíggjarætlan:

Vit høvðu ikki beinleiðis eina fíggjarætlan, men hugsaðu um ikki at oysla pengar og royna at gera tað sjálvi, sum vit kundu. Vit gjørdu innbjóðingarnar, sangheftini og líknandi sjálvi, men vit fingu sera góða hjálp frá øllum til at gera dagin og matin so deiligan, vakran og vælsmakkandi.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Vit tosaðu nógv aftur og fram um hvussu vit ynkstu dagin og vit hildu bæði, at sjálvt um ein lang veitsla kann vera góð, so kann hon eisini vera langdriðin og óintrisant. Við nógvum talum frá fólki, ið man kanska ikki ordiliga hevur nakað við at gera. Tí valdu vit at hava innboðið fyri teimum nærmastu, so tað bleiv persónligt og síðan opið hús. Tí so kundu vit tosa við allar gestirnar, og hava meir 'leysar' teymar, bæði sum gestir og vertir.

Brúðardagurin:

Vit byrjaðu dagin klokkan 7 við at fara á Hotel Føroyar, at gera okkum klár, Fróði í einum kamari og eg í einum øðrum. Vit valdu at taka brúðarmyndir áðrenn vígsluna, vit eru ikki so 'traditionell' við at ikki síggja brúðrina áðrenn, og eg haldi tað var super deiligt, at vit kundu hava ALLAN dagin saman, og ikki skuldu brúka partin av hesum stóra degnum frá hvørjum øðrum.

Fotografurin kom á hotellið um 8 tíðina, at taka myndir ið meðan vit gjørdu okkum klár, og síðani ymsastaðni kring Havnina og endaðu áleið hálvgun tólv. Vígslan var í Vesturkirkjuni klokkan 13. Eftir vígsluna fóru vit niðan aftur á hotellið til veitsluna, sum var frá 15-18. Har fingu við 3 rættir. Opið hús byrjaði klokkan 19, og har var kakuborð, breyð við viðskera og brúðarkakan. Opið hús endaði um midnáttarleitið.

[object Object]

[object Object]

Brúðarkjólin: 

Kjólin varð bílagdur á netinum á tidebuy.com, mát blivu sent til Kina, og hann passaði perfekt. Tá ið eg fekk pakkan, var hann saman kroystur í einum berðiposa, men tá eg pakkaði hann út, var tað sum um hann vaks og vaks.

So har lá ein tann størsti kjólin eg havi sæð í mínum lívið, við 4 ferðir so stórum sleipi enn eg hevði vantað (myndirnar á netinum høvðu ikki víst slepi) MEN eg hugsaði, "eg skal giftast einaferð, so kann eg akkurát tað sama gera tað við “mannér", og eg hevði ikki broytt nakað av honum um eg kundi.

[object Object]

Tað besta við degnum:

Uha, tað er ringt at siga hvat tað besta við degnum var. Har var so nógv, ið vit kunnu peika á gjøgnum allan dagin, men tað besta er tann kenslan vit fingu, tá ið vit sóu hvussu nógv fólk eru góð við okkum, øll tey sum gjørdu dagin møguligan og so góðan.

[object Object]

Brúðarferðin: 

Brúðarferðin byrjaði 2 dagar aftaná brúdleypið. Vit vóru 10 dagar til Kreta hetta var sera lekkurt.

[object Object]

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:

Til veitsluna var tað Hotel Føroyar ið stóð fyri matinum. Til opið hús vóru tað familja og vinir, ið hjálptu til at smyrja breyð og baka kakur og smákakur.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna: 

Mostur Fróða gjørdi kakuna, hon er sjálvlærd og hon smakkaði fantastiska væl. Hon var heilt einføld við hvítum 'flødabolla' kremi og pyntað við sterkt-appilsingulum liljum.

[object Object]

[object Object]

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: 

Verð ein bridezilla so galið tú vilt áðrenn brúdleypið, men tá dagurin kemur, so gloym allar detaljur, og bara fokusera uppá tað dagurin veruliga snýr seg um, tykkum bæði.

Brúdleypið snýr seg um tykkara byrjan uppá lívið saman, so ikki lata smálutir oyðileggja lagið ella hugnan við degnum.

[object Object]

Eg haldi ikki har er nakað, sum vit vildu gjørt øðrvísi, men eg skal nevna at har vóru nógv ið hildu tað vera merkiligt, at vit vóru saman frá morgni, og at vit tóku myndir áðrenn vígsluna.  Ikki tað traditionella, har man ikki sær hvønn annan fyrr enn vígsluna, men har má eg siga, at eg eri so glað fyri at vit gjørdu tað, sum vit gjørdu. Tað var so deiligt at kunna vera saman allan dagin.

Hvør tók myndirnar

Miriam og Janus Photography.

[object Object]

[object Object]

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:

Hár og makeup bleiv gjørt av eini vinkonu, sum hevði lært á hárfríknaðardeildini á tekniskaskúla.

Neglirnar vórðu gjørdar hjá FaceIT, har fekk eg gjørt lekkrar FrenchManicure neglir.

[object Object]