2019-11-21 19:18 Author image
Mona Breckmann 2019-11-21 19:18

Mona Breckmann er sálarfrøðilesandi í USA. Hon hevur rikið fyritøkuna MonaSolo í 5 ár har hon leggur dent á sálarliga og fysiska heilsu. Hon hevur vant og coach’að yvir 1000 fólk ígjøgnum seinastu árini. Síðsta ár tók hon avgerð at kava djypri í tað sálarliga sjónarmiðið við at lesa til sálarfrøðing.

Í tilgongdini har hon skuldi flyta til USA at lesa, møtti hon amerikanarinum Hugh, ið nú er farin niður á eitt knæ og skulu tey giftast í juni 2020. Mona hevur gingið við til at deila ferðina til stóra dagin við tykkum lesarum, har hon fer at deila ráð, mannagongdir, men eisini tankar, ið fylgja við tá eitt brúdleyp skal leggjast til rættis

[object Object]

[object Object]


Hey góðu tit!


Í hesum upplegginum komi eg at tosa um ymisk ting. Av tí at fyrireikingarnar eru nú farnar á rull, havi eg nógv at skriva um. Tó havi eg valt fleiri evnir at skriva um í dag.
Eg havi eini stór tíðindi at deila. Eisini eru tað nógv, ið hava spurt meg um Hugh og komi eg at skriva eitt sindur um, hvør hann er. Eg tosi um hugskot til brúðarferð, um vælsignaðu brúðarheimasíðuna, ið eg endiliga komi at hava tíð til at gera í næstu viku og at enda tosi eg eitt sindur um brúðarkjólan hjá mammu.

Fyrstu, stórstu og bestu tíðindi eru tey, at vit hava funnið ein endaligan brúðardag! WOHO! 18. juli 2020 giftast vit í Havnar kirkju.

Hugh hevur ikki fingið svar frá leiðsluni enn, men vit hava avgjørt at í ringasta fall, missir hann ein mánaða av arbeiði. Tað var antin tað, ella at vit útseta brúdleypið til summarið 2021. Tá hendan samrøðan byrjaði, var fyrsta kenslan sjálvsagt vónbrot. At bíða í 1,5 ár afturat? Endaliga avgerðin var so, at vit bíða ikki.

Nú, tá ið vit hava funnið ein dag, er alt farið á rull, sum eg visti fór at henda. Higartil hava vit fingið hesi tingini uppá plass:

Kirkju (Havnar kirkja)
Prest (Bergur Debes Joensen)
Veitsluhøli og mat (Silo)
Gestalista (140 fólk)
Tíð hjá eini seymikonu, sum kann hyggja eftir kjólanum hjá mammu í januar
Tíð hjá frisør (WAUW - Ásla)
Sminku av míni vinkonu Bjørt
Fotografar: OPHfoto

[object Object]

Nógv tykkara hava spurt, um eg kann fortelja eitt sindur um Hugh. Tað skal ikki standa á!

Hann dugir ikki at lesa føroyskt enn, so eg kann satt at siga skriva øgilig ting um hann

muhahaha!

Tvætl, eg má uppføra meg vaksna. Eg skal giftast! Verði kona skjótt.

Hugh hevur verið í herinum í nógv ár, sum ein Army Ranger. Hann fór úr herinum eftir 6 ár.

Nú arbeiðir hann við tí tey rópa “Private Military”, ið er partur av “The American Government”. Ikki lætt hjá okkum føroyingum (í hvørtfall hjá mær) at skilja, so tað er eitt sindur ringt at greiða frá, akkurát hvat hann ger. Hann er burtur tríggjar mánaðar í senn (fyri tað mesta í Miðeystri), har hann hevur dagligar missiónir og síðani heima í ein mánaða. Tá hann er heima, kemur hann at arbeiða við okkara nýggju húsum.

Annars snowboard’ar og surfar hann nógv, koyrir motorsúkklu (Harley Davidson, man), spælir trummir og onnur cool ting.

[object Object]

 

[object Object]

Annars kemur hann ivaleyst at arbeiða í tí privata herinum ímeðan eg gangi í skúla, sum passar okkum væl. Tó má eg siga, at tað er hart, at maðurin er burtur og ikki at hava eitt sosialt trygdarnet (kann møguliga samanberast við at vera ein graseinkja). Vit flyta tó til Virginia (úr Colorado) í desember, har familjan hjá Hugh býr. Um tit eru áhugað í at hoyra meira um hesi tingini, mugu tit endiliga siga frá. Bert tí at hetta er ein “brúðarbloggur”, er tað í lagið at skriva um onnur ting eisini.

Vit eru í gongd við at finna útav hvagar vit skulu fara á brúðarferð. Vit vilja helst fara har, ið Atlantic flýgur beinleiðis. Vit hava hugsað um London, Bergen ella París. Vit bæði eru sera aktiv og elska at ferðast. Tí er tað ógvuliga umráðandi at vit leiga ein bil og koyra runt. Vit hava verið øll trý støðini, men vit kundu hugsa okkum at brúkt ein dag í París og síðani koyrt runt í Evropa. Møguliga í einum campingvogni. TAÐ hevði verið genialt. Hava tit nøkur hugskot? Fortel!

[object Object]

[object Object]

Tað næsta á skránni, ið eg endiliga fái tíð til í næstu viku, verður at gera eina heimasíðu (ístaðinfyri innbjóðingarkort). Sum eg skrivaði í mínum fyrsta bloggi (les her), koma vit ikki at senda innbjóðingar út. Vit senda fólki eina LEINKJU - krisa, krisa, kreppa Mona.. Soleiðis ger man ikki - Eg veit, eg ætli mær ikki at gera eins og øll onnur. Hetta er lættasti máti, at fáa boðini fram í góðari tíð, helst til tey, ið skulu flúgva til Føroyar. Eg gleði meg at deila heimasíðuna við tykkum, og eisini eitt sindur um hvussu eg gjørdi hana, um onnur hugsa tað sama.

Síðani er at fáa kjólan hjá mammu uppá pláss. Eg haldi, at eg gleði meg allarmest at skriva ein blogg um hetta. Í januar fari eg til mína fyrstu tíð hjá eini seymikonu her í USA. Hon er serfrøðingur innan júst hettar; at seyma gamlar brúðarkjólar um. Eg komi ivaleyst at taka myndir, “áðrenn og aftaná”. Tað keðiliga er nokk, at eg ikki kann deila tað við tykkum fyrrenn eg eri gift. Ikki tað klókasta at leggja myndir út av kjólanum áðrenn komandi maðurin hevur sæð meg á kirkjugólvinum.

[object Object]

Lat meg gevast her. Nú havi eg skriva um nógv evnir hesaferð. Nógv uppá hjartað. Tit eru hjartans vælkomin at senda mær boð um, hvat tit ynskja at lesa um. Higartil havi eg skrivað um evnir, ið liggja mær tættast í huganum. Hesaferð svaraði eg spurninginum um hvør Hugh er. Hava tit aðrar spurningar, er bara at spyrja.

Tit eru vælkomin at fylgja mær á Instagram @mona.breckmann har eg plagi at deila eitt sindur av gerandisdegnum hjá mær á MyStory og við myndum.

Hava tit viðmerkingar til hendan blogpostin eru tit vælkomin at viðmerkja undir upplegginum úti á Facebook síðuni hjá brúdleyp.fo.