Brúdleypið hjá Beintu og Sandri Færø

Eg bað tí ein, sum eg kenni, sum var í Dubai, um hon ikki kundi fáa onkran har at gera mær ringin, og tað bar væl til. Eg sendi henni myndir og fekk gjørt onkrar broytingar til ringin, so eg fekk ringin júst sum eg vildi hava hann.

Brúdleypið hjá Beintu og Sandri Færø
2019-08-03 16:56 Author image
Brúdleyp 2019-08-03 16:56

Størv og stutt lýsing: Bæði starvast hjá IDEmøblum. Vit komu saman í novembur-mánaði í 2014. Saman eiga vit ein deiligan drong, Birgir, sum bleiv føddur 27.11.2016.

Brúdleypsdagur: 17.10.2015

Vígslan og resepsjón: í Ebenezer

Veitslan: Hotel Føroyar. Tað vóru vit glað fyri.

Gestir til veitsluna: 90 fólk – veitslan var fyri innbodnum

Fíggjarætlan: Kr. 96.235,- (brúðarklæði ikki íroknaði)

Myndir: Miriam & Janus

Beinta & Sandri greiða frá

Avgerðin um at giftast:
Sandri: Eg visti væl eftir stutta tíð, at eg vildi vera saman við Beintu restina av lívinum, og eg visti eisini, at hon hevði tað á sama hátt. Eg byrjaði so at leita eftir einum ring til hennara, soleiðis at eg kundi spyrja hana um at gifta seg við mær. Eftir at eg hevði leita í longri tíð, sá eg ein ring, sum eg helt vera simpulten so flottan. Men eg tordi ikki at bíleggja hann á netinum, um nú okkurt gekk galið. Eg bað tí ein, sum eg kenni, sum var í Dubai, um hon ikki kundi fáa onkran har at gera mær ringin, og tað bar væl til. Eg sendi henni myndir og fekk gjørt onkrar broytingar til ringin, so eg fekk ringin júst sum eg vildi hava hann.

Nú var tað tað, at tann, sum eg kendi har yviri, býr í Skotlandi, og hon kom ikki til Føroyar enn, og eg tordi ikki at fáa ringin sendan við posti. Eg kundi bara ikki bíða við at spyrja Beintu um at giftast, og serliga ikki nú, tá eg hevði funnið ringin.

So eg spurdi Beinta, um hon tímdi ein túr við mær til Aberdeen at shoppa og síggja, hvar eg vaks upp.
Hon skuldi sjálvandi ikki vita, hví vit fóru, so fyrsta kvøldið, vit vóru í Aberdeen, fór eg eftir ringinum, og fór ein biltúr við Beintu til bygdina, eg eri uppvaksin í. Eg vísti henni húsini vit búðu í tá, og hvar eg hevði gingið í skúla.

Síðani tók eg hana við til har, sum samkoman, sum eg gekk í, var. Vit gingu runt um bygningin, og so steðgaðu vit, og eg
peikaði inn í eitt rúm beint við og segði, at har inni var tað, at eg bleiv frelstur. Tað var tann størsta avgerðin eg nakrantíð havi tikið, so eg haldi tað er so passaligt, at eg takið eina næstan líka stóra avgerð á sama stað.

So tók eg ringin úr lummanum, fór niður á knæ og spurdi um hon vildi giftast við mær.

[object Object]

“Eg kundi ikki verið lukkuligari, og eg segði ja beinanvegin”

- Beinta

Beinta: Eg kundi ikki verið lukkuligari, og eg segði ja beinanvegin. Vit vistu næstan beinanvegin, tá vit komu saman, at vit vildu giftast, og tí gingu tað bara fýra mánaðir, áðrenn vit tóku ring uppá, og síðan 7 mánaðir til vit giftust.

[object Object]

Veitslan:
Vit bæði ynsktu okkum eitt klassiskt brúdleyp við hugna og góðum mati við okkara nærmastu.

Brúdleyp okkkara var á Hotel Føroyum. Tað var deiligt at ikki skula hugsa um at finna tænarar, uppvørpu, klaver, mikrofonir o.s.fr.

Okkara pynt var nokk so einkult og tema-litirnir vóru gull, rosa og blátt.

[object Object]

[object Object]

Mín vinkona, Elsa av Rana, hevði ábyrgd av øllum pyntinum. Tað var ordiliga deiligt at hava ein við tí ábyrgdini. Eg segði við hana akkurát, hvussu eg vildi hava alt. Hon hevði eisini gjørt nógv ljós við F sum Færø, tey gingu aftur í øllum brúdleypinum.
Eisini pyntaði hon nakrar fittar figurar sum brúður og brúðgóm.

[object Object]

Vit bíløgdu m&m’s úr Englandi við mynd av okkum á og Beinta & Sandri stóð nøkrum.
Borðkort haldarinir vóru vintage lyklar sum eisini vóru upptrekkjarir.

[object Object]

Eisini keyptu vit t.d. ‘personalised’ serviettar og myndir til cupcakes á ebay.

[object Object]

Blomstrini vóru frá Akkuleya.
Brúðarkakan var frá Jórun Skorheim, “Køkur” á Facebook.

[object Object]

[object Object]

Vit brúktu nógv uppvørpu í brúdleypinum. Gamlar myndir blivu vístar, ímeðan forrætturin var. Eg helt talu fyri manninum, har eg brúkti diasshow og hevði gjørt eitt stuttligt video frá m.a. okkara túri í Athen.
Eisini hevði eg fingið eina vinkonu at gera ein sang til Sandri, sum eg síðan sang inn í studio. Sangurin bleiv spældur saman við myndum á uppvørpu.

Victor Carlsen spældi klaver til felagssangirnar. Foreldrini hjá okkum yvirraskaðu okkum við, at ein av mínum yndis sangarum, Linda Andrews, kom at syngja nakrar sangir. Hon fekk lív í stemningin, serliga tá vit øll skuldu syngja sangin “Amen” saman við henni. Tað riggaði sera væl. Vit høvdu eina pausu út á kvøldi, har fólk kundu strekkja beinini og hyggja eftir fýrverki, sum pápi mín yvirraskaði við. Eftir hetta høvdu vit stórt køkuborð.

[object Object]

Í endanum av brúdleypinum takkaðu vit fyri og søgdu at nú fóru vit á brúðarferð. So vístu vit eitt video av planløgdu brúðarferðini.

[object Object]

[object Object]

Brúðarkjólin:
Brúðarkjóli og slør bleiv keypt frá Vera W. í Athen.

[object Object]

Eg hevði leita leingi eftir tí rætta kjólanum, og tá eg royndi kjólan í Athen, var eg seld beinanvegin. Kjólin var júst tað, eg hevði leita eftir, modernaður og elegantur.

Smykkurnar og skógvarnir høvdu næstan líka stóran týdning fyri meg sum kjólin, so tá kjólin var keyptur, fór eg til Christian Louboutin at keypa skógvarnar. Skógvarnir vóru serstakliga góðir og nemmir at ganga í. Teir vórðu eisini koyrdir til skómakara, soleiðis at teir ikki vóru hálir.

[object Object]

Eg ynskti mær leyst hár og smykku í hárinum.

[object Object]

Hárprýði og armband keypti eg frá brúðarsniðgevanum Jenny Packham.

[object Object]

Mirjam Reinert sminkaði mær og Mariann Ivansdóttir setti hárið.

[object Object]

[object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum:
Eftir at klæðini o.a. hjá mær var keypt, vóru klæðini hjá Sandri ikki ein minni avbjóðing. Tað var umráðandi, at vit hóskaðu saman. Eg fann klæðir og skógvar til Sandri í Athen av merkinum Versace. Merki Versaci er jú kent fyri at vera elegant og ørvísið.

[object Object]

Fíggjarætlan:
Innbjóðingar: Kr. 2.200,-
Sanghefti: Kr. 6.235,-
Vígsluhefti, 300 stk.: Kr. 2.000,-
Høli/matur: Kr. 50.000,-
Blómur: Uml. Kr. 16.000,-
Køkur, brúðarkøka og kransakøka: Uml. Kr. 4.000,-
Fotografar: Kr. 13.000,-
Pynt: Kr. 2.800,-
Tilsamans: Kr. 96.235,- (brúðarklæði ikki íroknaði)

Brúðarferðin:
Brúðarferðin bleiv bíløgd beint eftir, at Sandri hevði verið á knæ. Tá eg ferðist, hyggi eg eftir góðum ummælum og prísum. Tað er umráðandi fyri okkum at hotellini hava góðan og glutenfrían mat.

Eg var í Athen í sjúkraørindum saman við foreldrunum. Umstøðurnar gjørdu, at ferðin mátti leingjast nakrar dagar. Tað endaði við, at eg bað Sandri koma til Athen at royna klædningin. So tað var hóast alt ein stuttlig uppliving.

[object Object]

Ein dag aftaná brúdleypið byrjaðu vit brúðarferðina, har vit fóru til Íslands og yvirnáttaðu eina nátt. Síðan flugu vit til New York, har vit vóru eitt langt vikuskifti, og so flugu vit til Miami, har vit yvirnáttaðu eina nátt, áðrenn vit fóru eina viku á Caribbean cruise við Oasis of the Seas. Eftir tað flugu vit frá Miami til Dominican Republic, har vit vóru í eina viku.

Tað besta við degnum:
At alt gekk væl, og vit fingu okkara dreymabrúdleyp.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Tað er umráðandi, at tit tosa nógv saman um t.d., hvussu tú/tit ynskja tykkara brúdleyp og setið tíð av til fyrireiking. Um brúdleypið er væl fyrireikað, slappa tit betri av og kunnu njóta dagin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]