Brúðarplanlegging, strongd og kaos

Mín trúlovaði, Gunnar, fríggjaði fyri nøkrum árum síðani.

Brúðarplanlegging, strongd og kaos
2020-05-24 13:11 Author image
Kristina Jarnfoss 2020-05-24 13:11

Mín trúlovaði, Gunnar, fríggjaði fyri nøkrum árum síðani. Eg minnist faktiskt ikki dato ella mánað ... ella árstal uttanat. Eg síggi tað einaferð um árið á Facebook, tá eg verið mint á ymiskt, sum er hent!  Men eg minnist væl sjálvan dagin, um ikki annað ... Gunnar var so djarvur, og lekkur, hugsaði eg – fór niður á knæ og tað heila, meðan hann siteraði the man of all men, Winston Churchill: “Now this is not the end. It is not even the beginning of the end. But it is, perhaps, the end of the beginning.” Tað ER altso djarvt! Hesir stóru menninir gera seg knappliga lítlar, á EINUM knæi, í meðan teir skulu halda eina røðu, játta teirra treytaleysa kærleika, uttan at gráta ov illa ... MEN teir noyðast at gráta eitt sindur, annars síggja teir ikki út til at meina tað ... Fyri ikki at gloyma ringin, sum teir mugu goyma eitt stað, har kvinnan ikki leggur merki til hann, men har hann kortini skal vera lættur at finna, meðan teir kroppsliga og kensluliga balansera. Og so kann tað heila kanska enntá vera til fánýtis, um hon so sigur nei. So standa teir so pent har, á einum knæi og gráta moderat, við einum ringi sum kostaði kontoina á minus. Neyðars menn. Ná, nokk um tað.

Eg segði ‘ja’, og øll vóru glað. So kom stundin, har vit skuldu velja ein dato. Og bæði eru vit eitt sindur hopleys, ella óformell, tá tað snýr seg um at minnast tílíkt, so 2020 skuldi vera árið, nýtt áratíggju – lætt at minnast! So var spurningurin, hvønn mánað vit ynkstu at gifta okkum í ... Tað bleiv august, tí har plagar veðrið at skikka sær nøkunlunda. So var tað dato ... So vit hugdu í kalendaran og leitaðu eftir leygardøgum, og har var talið ÁTTA – sum á liðini er súmbolið fyri tað óendaliga! 08.08-2020 – feitt, hatta fara vit so ikki at gloyma! Og mamma mín fyllir eisini hendan dagin.

[object Object]

Projektmania
Eg elski projektir, eeeelski tað, love it, liebe es! So brúdleypsplanlegging er akkurát eg. Einaferð – minnist sjálvandi ikki dato ella ár – vóru vit til gullbrúdleyp hjá mínum kæru verforeldrum. Veitslan var hildin í Roykstovuni í Kirkjubø. Bæði Gunnar og eg eru fullveldisfólk, elska Jóannes Patursson og søgu hansara, so at sita í húsinum, har hann stórliga var við til at skapa okkkara tjóðarsamleika, var onki minni enn bergtakandi. Eg segði við Gunnar undir borðhaldinum: “Pssst, her vil eg giftast!” Hann ‘pssst’aði’ aftur: “Her er ov lítið av plássi í mun til gestalistan”. Eg græt innantanna ... Eftir borðhaldið kundi mann ganga eitt sindur runt í húsinum. Har vóru eina gamlar, brattar trappur, sum fanguðu míni eygu. Eg mátti líka uppá at lúra ... Har var hurðin inn til kontórið hjá Jóannesi Patursson – har Føroya fyrsti veruligi lærdi skúli í Føroyum hevði verið, Prestaskúlin! Hurðin var stongd, ongin slapp inn, men eg kagaði inn gjøgnum eitt lítið kikkhol, sum var útskorið í hurðina, og fyri tað ikki skal vera lygn, legði eg munnin ímóti og andaði djúpt inn. Fullveldisandin var nú inni í mær! Ókey, eg ljóði eitt sindur svøk ... tað hoyri eg væl. Men eg elski land mítt, og eg elski mannin, sum vardi tjóð okkara móti donskum mentanarligum ágangi. ÓKEY NOKK UM TAÐ!

8. august bleiv fagnaðardagurin, sum vit nú høvdu fyri framman. Gestalistin var ‘føroyskur’, altso laaaangur. Familja, vinir og kenningar skuldu sjálvandi við. Ein dagin stóð eg og prátaði við mína kæru vinkonu um brúdleypið. Eg fortaldi um bæði eitt og annað. Tað vanliga er, at vinkonur hoppa púra hysteriskar og gráta av ovfarakæti, men í staðin fyri kom hon við einari óvæntaðari reaktión. “Tú blívur bleik og andar títt, tá tú tosar um brúdleypið, Kristina. Tú virkar ikki glað, men stressað!” Ókeeey, excuse moi – hugsaði eg. Men rætt hevði hon. Eg gjørdist so forbankað stressað av øllum hesum hóvastákinum. Uttan at vita av tí, hevði eg skapað mær eina illusión av, hvat mítt dreymabrúdleyp var, útfrá hvat føroyski normurin er. Gunnar ynskti tað brúdleypið, sum eg nú einaferð ynskti mær, fittur sum hann er. Men brádliga gekk tað upp fyri mær, at hetta slett ikki var mítt ynski. Eg sigi ikki, um eg átti smekkfult av pengum, at eg so ikki hevði valt stóra gildið. Men tað kendist onkursvegna kunstigt at halda eina pompøsa veitslu – sum eg annars átti at elska at planleggja – tá vit eru heilt vanlig fólk. Vanlig fólk, har tann eina roynir at anda Jóannes Patursson í seg gjøgnum eitt kikkhol. Shit hattar er løgið! Komi ikki yvir tað!
Eg vildi bara giftast við mínum lívs kærleika, og kærleikin eigur ikki at føra til strongd. Tá er okkurt galið við raðfestingunum. Eftir at hava kunnað okkara nærmastu um hesa avgerð, gjørdist eg aftur lættari í sinninum. Vit vóru glað, men høvdu tað kortini ambivalent, tí kærleikin millum okkum ongantíð kendist sum ein byrða, sum brúdleypsplanleggingin mangan var.

[object Object]

Ein dagin fóru vit at vitja ommu Gunnar, ið verður 98 ár næsta mánað. Ongin hevði boðað henni frá, at brúdleypið var útsett – tey vistu, hvussu nógv tað hevði at týða fyri hana. Ná, men vit fara so at vitja og hava ‘lukkuliga’ gloymt alt um hetta, inntil tað so letur í henni: “Nú nærkast stóri dagurin ... Sum tað verður spennandi”. Hhhhheeee, jaaaaah ... nikkaðu Gunnar og eg øgiliga samd og nervøs og óerlig ... “Ja, vit eru ordiliga spent”. Komin út aftur í bilin, sótu vit bara og stardu út í luftina ... Shit, shit, shit .... “Vit mugu gifta okkum, Gunnar”! Absolutt, segði Gunnar. “Ókey vit gera tað!”

Fyri aftur at ‘sitara’ Churchill: "This wedding was not the end. This was not even the beginning of the end, but, perhaps, this is the end of the beginning". Og soleiðis byrjaði ein autentisk brúdleypsplanlegging, sum nú fall saman við Korona-pandemiina.

 

----

[object Object]

Nøkur fakta

Kristina Dam Jarnfoss, 29 ár

Trúlovað við Gunnari Isfeld, 44 ár

Eiga seks børn tilsamans, ið eru ávikavist, 19, 15, 11, 8, 3 og 1 ár

Starvast sum reingerðarfólk á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum