Brúðarbukettin – hvør er hon?

Rák og siðir skifta, soleiðis er eisini við brúdleypssiðum. Brúðarbukettin er helst tann prýðisluturin, sum flest allar brúðrar í dag brúka, men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Brúðarbukettin – hvør er hon?
2019-10-30 22:30 Author image
Marita á Lakjuni 2019-10-30 22:30

Brúðarbukettin hevur einans 200 ár á baki. Í 1700-talinum, var tað – so løgið tað ljóðar fyri okkum – brúðgómurin, ið bar eina bukett! Meðan brúðurin bar vælangandi blómur, so sum lavendel, timian og sitrusblómur, á bringuni, um miðjuna ella hevði hon ein blómukrans á høvdinum. Hetta tí, at endamálið við blómunum, umframt at prýða brúðarparið, var at halda lukti burtur, møguliga tí reinførið ikki var í hásæti tá í tíðini.

[object Object]

Tann lítla, tætta og runda bukettin, sum í dag kallast rokokko, vann fram tíðliga í 19. øld. og varð vanliga borin av brúðrini. Brúðarbukettin gjørdist størri og ógvusligari móti endanum av 1800-talinum, og hon gjørdist tá eitt slag av statussymboli. Tað vóru nógv, ið ikki høvdu ráð til eina slíka og noyddust av teirri orsøk at keypa eina bukett gjørda úr pappíri. Skræddararnir gramdu seg um hetta yvirvaksna handverkið, tí brúðarkjólin sást ikki fyri berum blómum.

Fyrst í 1900-talinum hendu stórar broytingar í vakstrarhús-yrkinum. Hetta hevði við sær, at møguleiki nú var fyri at fáa langar avskornar blómustelkar alt árið. Um sama mundi gjørdist tað væl umtókt at lata blómurnar fella úr brúðarbukettini, sum ein fossur. Rósa og neliki vóru eyðkendar blómur í hesi tíðini.

[object Object]

Móti og rák hava síðani sett sín dám á brúðarbukettina, og hevur hon tískil broytt seg gjøgnum tíðirnar. Her eru nøkur dømi:

1920´ini: Kjólanir í 20’unum vóru stuttir og einfaldir. Hesin einfaldi stílurin sást eisini í brúðarbukettini. Vanligt var at brúðurin bar nakrar fáar langstelkaðar blómur á arminum.

1940´ini -1960´ini: Brúðarbukettinar gjørdust nú ein samanrenning millum ta einfaldu og ta fallandi brúðarbukettina. Ein dropaskapað fallandi buket var sera væl dámd í hesum tíðarskeiðinum.

1970´ini -1990´ini: Brúðarbukettinar eru bæði rundar og dropaskapaðar, men úrvali av blómum og bløðum gjørdist fjølbroyttari, bæði í liti og skapi, alt eftir skiftandi brúðarkjólamótanum.

2000: Síðani túsundáraskiftið hava ongar greiðar reglur verið, um hvussu ein brúðarbukett skal síggja út. Tað hevur størri týdning, at bukettin passar til tann einstaka, til brúðarkjólan og heildina. Nógvir nýggir arbeiðshættir, skap og snið verða brúkt. Tað er einans hugflogið, ið avmarkar.

Umleið seinastu fimm árini hevur ein heilt nýggjur stílur sett sín dám á brúðarbukettinar, og eiga sosialu miðlarnir sum t.d. Pinterest og Instagram sín stóra leiklut í hesum – eisini her í Føroyum. Stílurin verður kallaður Markstyle ella Posy, sum er eyðkendur við, at brúðarbukettin líkist meira einari, ið er hentað úti í natúrini.

Hetta var ein stutt gjøgnumgongd av søguni hjá brúðarbukettini. Í mínum næsta bloggi fari eg at hyggja eftir brúdleypssiðum her á landi, serliga í mun til brúðarbukettina.

Kelda: H. Hosbond, R. Lienhøft, M. Møller, R. Overgaard og S. F Nørgård (2014) Blomsterdekoratøren. Glostrup: Danske Blomsterhandlere.