2019-11-20 18:04 Author image
Marita Terjadóttir Højgaard 2019-11-20 18:04

Í brúdleypsfyrireikingini er mangt at hugsa um, millum annað blómurnar, ið skula seta dám á stóra dagin.

Allarhelst gongur leiðin framvið hjá einum blómudekoratøri til eitt prát. Tá er hent at hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat tú skalt hava viðvíkjandi stemningi, tema og farvum.

Tí havi eg sett saman ein lista við øllum hugsandi blómuprýðum. Hvørt tú ynskir at hava nógvar blómur og dekoratiónir á hvørjum borði og hjørnum, ella tú ynskir at halda teg til tað heilt grundleggjandi.

Vónandi kann hesin listin verða eitt hent amboð, og gera tað lættari hjá bæði tær og tínum blómudekoratøri at finna júst tær røttu blómurnar til stóra dagin.

[object Object]

Blómur til brúðarfólkið

Brúðarblómutyssi

Tað týdningarmesta blómuprýðið á brúðardegnum er brúðarblómutyssið, finn eitt tema, ger tær nakrar tankar um litirnar og skapið á blómtyssinum.

Skal tað vera rátt, vilt og natúrligt ella skal tað vera einfalt, elegant og romantiskt. Brúðarblómutyssið setir dagskránna fyri restina av prýðinum á degnum, tí er sera týdningarmikið, at tú finnur ein stíl, ið tær dámar.Leita eftir myndum á netinum at hava við, nógvar myndir eru á Instagram og Pinterest. Ger tær eina uppslagstalvu, og deil hana við tín blómudekoratør.

[object Object]

Blómuhárprýði

Kransur eisini kalla flowercrown ella eitt blómuprýði gjørt á ein lítlan hárkamb.

[object Object][object Object]

Knappablómur

 -Tey ið vanliga bera knappablómur eru brúðgommurin, pápar, beiggjar og “bestmans”. Eisini brúðardreingir um man hevur tað.

Blómur til mammunar!

Hetta er nakað, ið vit í Føroyum ikki hava til siðvenju, men tað er ein sera vøkur siðvenja, og vildi eg sjálv ynskt, at havt givið mær far um hetta á brúðardegnum. Tað er sum oftast einans mammurnar, ið ikki bera nakra blómu á stóra degnum.  Hví tað? Altso sjálvandi skula tær ikki vera fyri uttan.

Blómur til mammurnar kunna gerast á ymiskan hátt. Tær kunna berast sum eitt armband ella ein brosja - hetta nevnist ein corsage.

[object Object]

Brúðargentublómutyssi

[object Object]

Onnur alternativ til brúðargentur eru blómukurvar, hárkransar, eitt hárspenni prýtt við blómum, ella eitt lítið fitt armband. Hetta er serliga hent um brúðargentan er ov lítil at bera eitt blómutyssi.

Prýði til kirkjuna:

[object Object]

Altarprýði

Vanliga eru tvey altarprýði í kirkjuni

Bonkprýði

Tú kanst velja at hava bonkprýði á hvørjum bonki, øðrum hvørjum ella einans teimum fremstu bonkunum.

Prýði á altaringinum

Hetta kann gerast sum ein guirlanda eftir øllum altaringinum ella sum dekoratiónir, ið verða festar á altaringin.

Gólvdekoratiónir

Um kirkjan er stór kann ein ella fleiri stórar gólvdekoratiónir, ið eru settar á rætta stað, lyfta alt temaði upp á hægri støði.

T.d eru summir blómuhandlar, ið leiga út stórar ljósastakar, ið kunna prýðast.

Eisini fáast høg stativir o.l, ið taka seg væl út í einari stórari kirkju.

Prýði í gongini

Eitt ella fleiri blómutyssi ella dekoratiónir kunna við fyrimuni setast í gongina, hetta setir beinanvegin stemningin, tá gestirnir koma inn.

 

Prýði í samkomuhúsinum

[object Object]

Pallprýði

Prýði framvið pallinum - hetta kann vera langar dekoratiónir settar lið um lið, fleiri einkult blómutyssi í vasa, ein kombinatión av tyll og blómum ella okkurt heilt triðja.

Høgt pallprýði

Eitt heiðursportur

Eitt hjarta

Ein ella fleiri gólvdekoratiónir.

Summir blómuhandlar leiga út stórar ljósastakar, ið kunna prýðast við blómum, eisini fáast høg stativir o.l, ið taka seg væl út á pallinum

Tak myndir av pallinum og hølunum við, og spyr tín blómudekoratør, hvat hóskar seg av pryði til pallin í tykkara samkomu.

Bonkprýði

[object Object]

Gloym ikki stólarekkjurnar í samkomuni, Tað ber til á sama hátt, at velja at hava bonkprýði á øllum rekkjum, aðruhvørju ella einans teimum fremstu.

Um tað er gott pláss eftir miðgongini, er vert at umhugsa aðrar møguleikar til at prýða miðgongina.

  • Reyður løbari við rósubløðum
  • Høg blómutyssir standandi á gólvinum, framvið seturrekjunum á sama hátt sum bonkprýð

Prýði í gongini

Eitt ella fleiri blómutyssi ella dekoratiónir kunna við fyrimuni setast í gongina, hetta setur beinanvegin stemningin, tá gestirnir koma inn.

[object Object][object Object]

Veitslan

[object Object]

Móttøka

Blómur á borði við vælkomstdrinks

Prýði í gongini

Prýði til sjálvtøkuborð

Blómur til kakuna

Blómur á vesinum

Veitslan

Borðprýði

[object Object]

[object Object]

Tað klassiska borðprýði við einari blómu í eini fløsku ella brúðarslør í krukku, er einkult og vakurt. Tó kann tað vera vert at hugsa um at hava størri dekoratiónir. Tað kann vera

  • Dekoratiónir rundar, avlangar, høgar ella lágar.
  • Blómutyssi kunnu vera smøl og avlang, gjørd í stativ, bundin parralelt o.s.fr.
  • Eisini kanst tú hava eina einkulta blómu til hvønn kuvert
    Tosa við blómudekoratørin (vit hava hegni og duga øll møgulig kynstur). Nýt títt hugflog at seta tykkara fingramerki á kvøldið, við onkrum heilt serligum borðprýði. Imponera brúðargestirnar við onkrum serstøkum prýði á borðinum, sum tey heilt sikkurt fara at minnast.

[object Object]

[object Object]

 

Brúðarborði

Pryði aftanfyri brúðarparið

Hjarta prýtt við blómum

Blómuveggur


Prýði til sjálvtøkuborð

Ein upsats prýddur við blómum
Eitt stórt flott blómutyssi mitt á  sjálvtøkuborði

Blómur til kakuna

Blómur á vesinum

Fá hugnaliga stemningin heilt út á vesi við einum fittum lítlum blómutyssi á vesinum