Bloggur: Silvurbrúdleyp

Klokkan 6.30 vakna maðurin og eg av at tað verður sungið fyri okkum inni í gongini. Børnini høvdu fingið svágrar mínar at gera tað vakrasta heiðursportrið, eg kundi hugsa mær

Bloggur: Silvurbrúdleyp
2019-11-03 21:03 Author image
Joy Ann Simonsen 2019-11-03 21:03

”25 ár eru ikki 25 dagar”, ”flot klárað”, ”tillukku við at tit hava hildið hvønn annan út so leingi”, og nógvar aðrar líknandi heilsur komu tá ið vit høvdu silvurbrúdleyp. Sakin er tann, at eg veit ikki, hvar ið tíðin fór, tað virkar ikki sum heili 25 ár eru farin, heldur sum 25 dagar. Um tað er flott klárað? At liva við einum, sum man ikki kann liva uttan?

Áðrenn silvurbrudleypið, gingu vit og prátaðu um, hvussu vit skuldu feira dagin. Maðurin hjá mær er tann stilla typan, sum helst goymir seg í einum hjørni, so tað kom ikki uppá tal, at halda nakað stórt, við okkum til háborðs. Uppskotini vóru fleiri, og hann helti mest til, at vit bara gjørdu okkum ein lekran døgvera her heima, og hugnaðu okkum saman við teimum nærmastu.

Nakrar fáar mánaðar áðrenn, høvdu ein vinkona hja mær, og maður hennara feira teirra silvurbrudleyp, við at fara á eina langa ferð, og tá ið tey komu heim, høvdu tey móttøku, við pinnamati og kakuborði. Genialt, hugsaði eg. Eg gjørdi hvat eg kundi, fyri at yvirtala mannin, og vit komu fram til at vit skuldu gera, sum vit plaga, tá ið vit halda føðingardagar her í húsinum. Bjóða umvegis Facebook, eitt sjálvtøkuborð við mati, og eitt kakuborð. Eg eri nokk so líka til, so eg hugsaði einnýtistallerkar, og alt uppá nemmasta máta. Jú jú, segði mamma mín, men fólk mugu sleppa at sita, so vit lantu borð, stólar og dúkar úr samkomuni. So helt hon, at tað sær also penari út við orduligum koppum og tallerkum, so tað lantu vit so eisini.

[object Object]

Maturin skuldi vera okkurt lætt, og eftirsum, tað er millum jól og nýggjár, har tey flestu eta nógvan tungan mat, so sum lambskjøt, ræst og fekst, dunnu, gás o.s.v hugsaði eg fisk! Eg elski laks, bæði bakaðan, royktan og gravaðan, so eg valdi at gera laksarullir, men okkurt heitt mátti vera, so eg valdi bakaðan laks, salat og flutes, tí hetta er skjott at fyrireika.

Uppskrift? ….. ok hon kemur her:
Eitt laksaflak
1 pk digestive keks
50 gr. smør
2 spsk. taffelsinopp
3 spsk. sitronsaft
Salt og pipar (citrónpipar)

Sinoppur og sitronsaft verða rørd saman, og smurd á laksin, digestivekeksir knustar og koyrdar á laksin, smørklumpar verða lagdar omaná.

Verður bakað í umleið 30 minuttir á 180 stigum.

Serverast við grønari salat og flutes.

Hetta var alt fyrireikað dagin fyri, so tað einasta ið var at gera á degnum, var at heita laksin og seta tað fram á serveringsborðið. Eg eri stórur tilhangari av sjálvtøkuborð…….. tú veit, ”høflig selvbetjening”. So er ikki neyðugt at finna fólk , at servera. Í staðin  hava vit øll eitt eyga við, um nakað manglar, og fylla upp, so hvørt.

Sjálvandi var eisini kakuborð, og sum er vanligt her, so bjóðaðu fleiri seg fram at gera okkurt, so har var av øllum sløgum.

[object Object]

Heiðursportur
Eg hevði hoyrt børnini snakka um okkurt, og ímyndaði mær at tey teknaðu ella klipti okkurt í pap.

[object Object]

Náttina fyri tann stóra dagin, hoyri eg onkran ganga uppi, men hugsi ikki meira um tað, haldi bara at tey ikki fáa sovið fyri vindi. Eg hoyri viður akar móti onkrum, og skyldi eisini uppá vindin. Klokkan 6.30 vakna maðurin og eg av at tað verður sungið fyri okkum inni í gongini, og eg leypi upp, taki hansara morgunkápu og fari út úr kamarinum, meðan hann, stakkalin, kempar við at finna okkurt at koyra yvir seg, tí eg havi tikið hansara. Har stóðu børnini, mamma, svigarindur og svágrar, og sungu so fitt, og børnini høvdu fingið svágrar mínar at gera tað vakrasta heiðursportrið, eg kundi hugsa mær. Tøkk fái tey øll.

Gávur vóru nógvar, bæði blómur, gávukort, pengar o.a. men bestu gávuna fingu vit frá børnunum. Eina vakra mynd av teimum, sum nú hongur í stovuni.

Hóast vit bara høvdu ein lítlan drekkamunn her heima, komu gott 80 fólk at fagna okkum, og har vóru bæði talur og sangir. Alt í alt, ein fantastiskur dagur.

[object Object]

[object Object]

Joy Ann Simonsen

Stutt lýsing um Joy: Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu, saman við manninum og trimum vaksnum børnum sum eru 25, 21 og 15. Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.