Bloggur: Ongan ring – ring kona?

Hann hevur simpelthen megnað at umvent meg. Og faktiskt klæði eg betur gull enn silvur... um eg sjálv skal siga tað...

Bloggur: Ongan ring – ring kona?
2020-06-10 19:01 Author image
Kristina Dam Jarnfoss 2020-06-10 19:01

.... Har stóð hann so ... lekkur á einum knæi, táraði akkurát sum hann átti og gav mær sína kærleiksváttan ... Hjartað hjá mær galopperaði, tárini trokaðu seg framat. NÚ skuldi eg siga ‘ja’, fyri Guds skyld ikki ‘nei’, men ‘JA!!!!’ Og eitt skjótt ‘ja’, so eg ikki ljóðaði ivandi ... Og tað mátti vera hart, so hann hoyrdi hvat eg segði ... Skít, nú byrjaðu tárini at ‘poppa’ úr mær ... sum poppkorn í einari grýtu uttan lok! Fraata also, hvussu skuldi eg megna at hóptára uttan at fáa maskaru allastaðni, og síggja elskulig út, so hann ikki knappliga broytti meining ... Har var onki at gera. Eg fór at gráta - illa, við ljóði, við snori og øllum! Soleiðis síggja tey altso IKKI út í filmum! So tók hann eina lítla eskju upp úr lummanum, og tað var sum at sløkkja eina kontakt, tí míni oyru fangaðu ikki longur, hvat Gunnar segði. Eg hugsaði bara: sig ‘ja’ og ver elskulig, sig ‘ja’ og ver elskulig, ... Hann opnaði hana, og eg simpelthen brølaði ... sera óelskulig: ‘JAAA’! ... Eg var so glað og bilsin, at eg misti alt tamarhald. Og har sat eg so við einum GULLringi á mínum ringfingri og smíltist totalt óbeherskað við maskara um alt andlitið ... inni á einari matstovu! Áh, Gud ...

[object Object]

Hvussu í allari víðu verð ...?

Eg eri nokk sum kvinnur flest. Mær dámar at hava yvirlit og stýr á tingunum ... Tað, ið eg royni at siga, er, at eg eri eitt control freak á nøkrum økjum ... ókey fínt, á nógvum økjum! So hvussu í allari víðu verð bar Gunnar seg at við at keypa ein ring aftanfyri mín rygg?! Hetta mysteriumið mátti eg eisini fáa stýr á. Jú, hann hevði sett seg í samband við mína kæru vinkonu – hina, sum gjørdi vart við, at eg sá løgin og strongd út, tá eg tosaði um brúdleypið. Tey fóru so niðan í Nomi at hyggja eftir ringum. Gunnar var eitt sindur stúrin fyri, at nakar sá tey einsamøll saman í einum smykkuhandli, tí øll vita, hvussu slaturin gongur her í Føroyum ... Loksins vóru tey komin fram á ringin, og so fór leiðin hjá honum niðan til foreldur míni eftir gamlari siðvenju. Tað stuttliga við hesum – sum tit sjálvandi bara halda vera absurd – er, at Gunnar bert er fýra ár yngri enn mamma, og babba er seks ár yngri enn mamma, altso er babba tvey ár yngri enn Gunnar. Tað skal tó líka sigast, at babba er fosturpápi mín ... Men hetta forðari so ikki honum, sum var komin allan vegin úr Havn líka niðan til Hoyvíkar, fyri at fáa signing til at fríggja til dóttur teirra. Tíverri gjørdu tey ikki tað. Orsøkin var, at tey hildu hann vera ov gamlan, og bóðu hann pilla av! ....  Nei, tvætl ... Tað hevði verið absurd. Gunnar er sera høgt í metum heima hjá okkum, og fekk uttan iva fleiri stig við at vísa teimum hesa virðing.         

[object Object]

Ringasta komandi konan í verð! 

Eg minnist – sjálvandi – ikki nææær, men ein dagin, fyri nøkrum mánaðum síðani, varnist eg, at mín forlovilsisringur er horvin! Og nú fari eg at avdúka nakað! Mær dámdi faktiskt ikki ringin at byrja við! ‘Shit shit shit’, hugsaði eg, nú fór Gunnar sikkurt at halda, at eg hevði mist hann við vilja!! Á nei, tíbetur hevði eg ikki avdúkað tað fyri honum ... Ringurin var gull, hevði fýra ‘stavar’ har ein diamantur sat í ... Eitt sindur ommuligur, og gull ... Eg havi altíð sæð uppá meg sjálva sum eina silvurgentu ... og Gunnar sum ein ... silvurdrong ..? Og nú vóru vit brádliga eitt Gullpar! Ikki tí, ringurin var flottur, men tað skurraði eitt sindur við, hvussu eg sá mín komandi ringfingur. Men tá eg so fann útav, at ringurin var horvin, var søgan ein heilt onnur! Ongin skurran, ringurin skuldi finnanst! Eg leitaði og leitaði ... og leitaði ... At byrja við var eg nokk so rólig, tí sjálvandi var hann har onkustaðni, og tíbetur hevði Gunnar ikki fingið varhugan av tí, so eg lat bara sum onki – bleiv tó eitt sindur bilsin av hvussu lítið hann hyggur eftir fingrinum hjá mær ... Lat tað fara ... So eg leitaði stillisliga runt, og hugsaði bara: “Á títt róthøvd, Kristina” .... Men tá vit skuldu flyta fleiri mánaðir seinni, og ringurin framvegis ikki var at finna, gekk tað ikki bara upp fyri mær, at eg var eitt róthøvd, eg var eisini ringasta komandi konan í verðini ... Eg græt so illa .... Eg hugsaði, um eg skuldi fara at keypa mær ein nýggjan ring í allari stillheit, akkurát líka sum hin, bara so Gunnar ikki sá, hvussu ússalig eg var!

Tann ‘ommuligi’ gullringurin var nú vorðin tann vakrasti ringurin, eg nakarantíð hevði átt. Og eg vildi bara hava hann aftur! Men har var onki at gera, mítt loyniliga ótakksemi hevði bitið meg í reyvina ...

Eg mátti krúpa til krossin og fortelja Gunnari, at ringurin var horvin ... Hann uggaði meg við, at hatta tíbetur ikki var vígsluringurin ... bert ein royndarringur, fyri at vita um støddin passaði.

Ringrásin

Nú hava Gunnar og eg so keypt okkara vígsluringar – og teir eru gull. Hann hevur simpelthen megnað at umvent meg. Og faktiskt klæði eg betur gull enn silvur ... um eg sjálv skal siga tað ... Vit valdu eina minni siðbundna avgerð, sum vit kortini eru sera fegin um. Eg havi valt mær ein fantastiskan ring, sum ongan maka hevur, og Gunnar hevur valt sær ein klassiskan gullring.

Tað tók faktiskt Gunnari longri tíð at finna sín ring enn mín – altíð skal mann bíða eftir teimum ... Tvætl ... Vit lærdu, at harraringurin – ikki Ringanna Harri – kann síggja ov femininur út, um hann er ov tunnur, og vera óbehagiligur, um hann er ov tjúkkur – so fingrarnir ikki koma saman. Og so høvdu vit eitt gott prát við eina sera fyrikomandi, og reella sølukvinnu um karat, tá hetta í stóran mun avger, hvussu høgur prísurin er ... Nú eru teir so farnir til gravering. Í ringunum fer at standa: Mín ódeyðiligi kærleiki 08.08-20. Hetta er við íblástri frá einum fantastiskum filmi, sum eg vil viðmæla øllum, og hann er at finna á Youtube: Immortal beloved.

 

----

[object Object]

Nøkur fakta

Kristina Dam Jarnfoss, 29 ár

Trúlovað við Gunnari Isfeld, 44 ár

Eiga seks børn tilsamans, ið eru ávikavist, 19, 15, 11, 8, 3 og 1 ár

Starvast sum reingerðarfólk á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum