2019-12-12 20:50 Author image
Joy Ann Simonsen 2019-12-12 20:50

Hvar tú enn ert, Eg eri nær
Hvar tú enn fert, Eg verði har
Teskar tú mítt navn,skal eg vísa tær,
at hvørt lyfti, eg standi við,
tí hvat hevði tað sagt um meg,
um eg fór mín veg,
nú, tú mest tørvar meg

Hvat hava orð at siga
Um tú ikki meinar tað av hjarta
Hvat hava orð at siga
Um tey bert eru galdandi
Tá ið alt er gott.
Sigur tú av hjarta: “Eg elski teg”,
Fer tað ikki bara sín veg
Tað hongur við sum sagt
Sjálvt um tín rødd skuldi takt

Leystliga umsett.

Eg hoyrdi sangin, “What are words” hjá Chris Medina ein dagin, og sá eitt videobrot á Youtube, har tey vísa Chris og táverandi trúlovaða hjá honum. Hon hevði verið í einum ferðsluóhappi, nakrar fáar mánaðar áðrenn tey skuldu giftast. Hon fekk ein heilaskaða, og bleiv handikappað fyri lívið. Hann valdi at verða hjá henni, og hjálpa henni, tí tað var lyftið, hann hevði givið.

At siga “Eg elski teg” er ikki nakað, ein bara sleingir runt, tað eru orð, sum seta seg fast, og øll hava brúk fyri at hoyra tey av og á. Men summi hava ringt við at siga tey.

Eg komi at hugsa um konuna, sum segði við mannin:”Hví sigur tú aldrin “Eg elski teg” við meg longur?

Maðurin svarar: Eg segði tað, tann dagin, vit giftust, og um nakað broytist, skal eg nokk lata teg vita tað.

Eg flenti eitt sindur, tá ið eg hoyrdi tað, men sum kvinnur flest, hugsaði eg, at eg hevði verið kedd og ósikkur, um eg ikki hoyrdi tey orðini av og á.

Um ein ikki av og á fær viðurkenning, so fer man at ivast. Havi eg ikki rætt?

Eg haldi at hetta er galdandi í øllum, bæði í skúla, arbeiði, ítriv og kærleika.

Klárar tú teg væl í skúlanum, fært tú góðar karakterir, gert tú eitt gott arbeiði, verður hetta vónandi viðurkent uppá onkran máta. Íðkar tú onkran ítrótt, og klárar teg væl, vinnur tú kanska. Ert tú ein dugnaligur listamálari, verða verkini møguliga seld. Ert tú í parlagi, so er vinningurin tann, at tú kennir teg elskaðan, og ongantíð betur, um tú hoyrir makan siga við teg, at tú ert elska(ður). Tað kveikir eld í glóðina. Ímynda tær eitt stykki av koli, sum liggur í eldinum, og eldurin sløknar. Kolið er heitt eina góða løtu, men so við og við kølnar tað. Kemur so onkur og blæsir á tað, blussar flamman upp aftur. Tað kunnu trý lítil orð gera.

Trý orð, ið hava alt at siga.

 

[object Object]

Joy Ann Simonsen

Stutt lýsing um Joy: Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu.
Maðurin og eg eiga trý vaksin børn, 26, 22,og 16, har tvey tey yngstu búgva heima.

Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.

Forsíðu mynd: OPHfoto