Bloggur: Hjúnabandið... Byrjið væl

Góð ráð við á vegnum

Bloggur: Hjúnabandið... Byrjið væl
2019-12-08 18:27 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2019-12-08 18:27

Byrjið væl <3

Ymiskt man vera, hvat kemur í tankarnar, tá ið tosað verður um hjúnaband.

Eru tað góðir og spennandi tankar, ræðandi tankar, neiligir tankar, ella lítlir og eingir tankar?

Tá vit fyrireika okkum til tann stóra brúdleypsdagin, kunnu fyrireikingarnar fylla nógv og vilja vit fegin hava tann besta dagin nakrantíð. Hetta er jú fantastiska spennandi.

Men hvussu er við fyrireiking til dagin eftir og til lívið saman?

Um tit standa við farskotið/startskotið inn í hjúnalagið, vil eg geva tykkum nøkur góð ráð við á vegnum:

1. “Læsið bakdyrnar og blakið lykilin burtur.” Hetta merkir at tit bæði ganga heilt og fult inn í hjúnabandið og arbeiða útfrá at hetta er ein væl gjøgnumhugsað avgerð, har tit hvør sær hava sett tykkum fyri at hetta er tað! Farið ikki inn við tankanum um at “går den så går den” og um ikki, so kvetta vit og fara víðari. Vit vita frá bygging, at grundarlagið/fundamentið má leggjast trygt og gott, fyri at tað kann byggjast víðari omaná. Tað sama er galdandi í hjúnabandinum. Leggið eitt gott fundament, gerið av at hetta taka tit bæði í fullum álvara og bakdyrnar verða læstar við undirskrivingini. So hava tit altíð nakað at arbeiða víðari við, eisini tá stormar koma á leiðini. Vit eru jú øll so ymisk og tað tekur tíð at byggja eitt sterkt og gott parlag.

2. Lívið/hjúnabandið er sum árstíðirnar. Vit hava vár-summar-heyst og vetur. Óttist ikki um tað gerst vindur og illfýsi onkran dag, tí sólin fer at skína aftur. Minnist til at “tað er gaman, at liva saman”

3. Verið ikki kappingarneytir, men stuðlið og eggið hvør øðrum. Tit eru jú á sama liðið <3 Farið frá at hugsa “EG” og til at hugsa “VIT”

4. Havið tað stuttligt saman. Minnist til at grína saman, tí “Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót, sýgur mergin úr beinunum.” -Orð.17:22

6. Setið tíð av til at finna inn til hvønn annan. Lærið meiri um hvat býr í hjartanum hjá hvør øðrum so sum ynskir, dreymar og mál. Hetta er jú ein long ferð, sum tit hava stungið út í kortið.

7. Hjúnabandið er fantastiskt <3 Latið ikki avbjóðingarnar taka alla tykkara orku, men minnist til at njóta hvønn annan!

Við kærleikskvøðu <3

 

[object Object]

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stut um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985
Eiga ein son og tríggjar døtur
Starvast saman við manninum sum leiðari í City Church