Bloggur: Avbjóðandi tíðir

Tað eru tíðir í lívinum, sum tykjast meiri avbjóðandi enn aðrar

Bloggur: Avbjóðandi tíðir
2020-05-13 20:01 Author image
Hjørdis Háberg Petersen 2020-05-13 20:01

Eitt nú tá ið vit fingu okkara fyrsta barn og alt lívið mátti tillagast, tí hetta høvdu vit ikki roynt áður. Nú kundi eg t.d ikki vera eins virkin og maðurin í tí arbeiðnum, sum vit vóru partur av. Tingini máttu tillagast, so tað riggaði, í mun til okkara nýggja og sera spennandi veruleika:)

Ein onnur avbjóðing var tá børnini byrjaðu at gerast tannáringar og tað sum tú, sum foreldur segði, ikki hevði eins nógva vekt sum tað annars hevði havt.

Bæði væntaðar og óvæntaðar avbjóðingar kunnu koma á lívsleiðini.

Men hvussu góð eru vit til at møta hesum avbjóðingum?

Hesa seinasta tíðina, er dagligdagurin hjá okkum øllum broyttur. Vit skulu tillaga dagligu rútmuna, sosiala lívið, ferðing o.a vegna ein virus, sum púra óvæntað kom buldrandi inn á okkara leið. Hvat ger hetta við okkum? Hvussu kunnu vit sum pør standa saman og berjast ímóti hesum óbodna gesti? Hvønn veg venda vápnini?

Tað hevur verið frammi, at ein tílik tíð sum henda, kann føra við sær fleiri hjúnarskilnaðir.

Vit vita at tá vit verða bjóðað av, tá gongur tað ofta útyvir okkara allar nærmastu. Gerast vit ótrygg, so gerst fjúsið styttri.

[object Object]

Vit valda hvønn annan tá vit møttust. Vit valdu hvønn annan tá vit søgdu JA, yvir fyri Gudi og menniskjum. Og enn í dag, í lívsins avbjóðingum er neyðugt at hyggja hvør á annan og aftur velja hvønn annan. Í viðgongd og í mótgongd, hava vit lovað.

Men hvussu sær hetta út í praksis?

Tá óvissan kemur, um hvussu fer at síggja út í framtíðini við m.a arbeiði, takið tá um hvønn annan og staðfesti at henda stormin taka vit saman<3 Ella tá annar gerst bangin og ørkymlaður, rúma kenslunum og vissa um at óansæð hvat hendir, so skulu vit saman finna ein máta at koma út úr kreppuni.

Vit fáa boð um at halda fjarstøðu, men í okkara parlagið má fjarstøða ikki sníkja seg inn. Verið áhaldandi opin hvør fyri øðrum, eisini tá kreppan rakar. Rúmið kenslunum og farið saman í hernað ímóti køvandi tankum og kenslum.

Ein strofa úr einum sangi sigur: “Tíðirnar skifta, men Hann er hin sami. Umstøður broytast, men Hann broytist ei!

Fantastiskt at kunna hava álit á Einum, sum ikki broytist!

Við kærleikskvøðu 

 

-----

[object Object]

Navn: Hjørdis Háberg Petersen
Stutt um Hjørdis: Gift við Dánjal J Petersen síðani 1985
Eiga ein son og tríggjar døtur

Starvast saman við manninum sum leiðari í City Church